Ítróttafelagið Hvirlan úr Havn, fekk trý danmarksmeistaraheiti og nógv heiðursmerki við heim aftur frá DM í frælsum ítróttum, sum varð hildin í Skovdalen í Aalborg um vikuskiftið.
Seks íðkarar vóru við, sum luttóku í 10 kappingum tilsamans.
Longu í fyrstu kappingini við føroyskari luttøku, fekk Hvirlan eitt danmarksmeistaraheiti burturúr. Tað var Lýdia Poula Simonsen, sum gjørdist danskur meistari í klingruvarpi fyri gentur 18-19 ár.
Í nógva regninum í Aalborg leygardagin megnaði Lýdia at syfta diskin út 33,31 metrar, eitt vet styttri enn hennara egna met, men tað var nóg mikið til at vinna kappingina.
Stutt eftir skuldi Lýdia aftur í kapping, hesaferð í kúluvarpi. Lýdia var styrkismett at gerast nummar fýra, men hon megnaði at fáa fýra kilo tungu kúluna út á 10,55 metrar og tryggjaði sær triðja plássið og bronsuheiðursmerki.
Enn eitt DM varð tryggjað, tá Miso Buha royndi seg í trýstøkk fyri dreingir 16-17 ár. Hetta er sergreinin hjá Miso, og hann varð eisini mettur at fara at vinna kappingina.
Miso Buha leyp út á 12,98 metrar í fyrstu royndini og tað var nóg mikið at tryggja honum danmarksmeistaraheitið ein hálvan metur framman fyri nummar tvey.
Fjórða heiðursmerki á fyrsta degnum var úr bronsu. Tað var Dánjal Dahl Ljósheim, sum gjørdist nummar trý í 400 metra renning í tíðini 52,12 sekund.
Tórur Mortensen royndi seg eisini í 100 metra renningini fyri dreingir 20-22 ár. Tórur er júst fluttur til Danmarkar, og er byrjaður at venja við Aarhus 1900. Men hann er ikki rættiliga komin í venjing, og tíðin 11,34 sekund rakk bert til eitt áttanda pláss, men var eisini undir oyggjaleikakravið. Tórur hevur sostatt nú tryggjað sær oyggjaleikaluttøku í 100 og 400 metra renning og í longdarlopi.
Annan dagin í kappingini gjørdist úrtøkan hjá Hvirluni eitt gull og tvey silvur.
Danmarksmeistaraheitið fall til Sunnivu Bogadóttir í spjótkasti fyri gentur 18-19 ár. Hon kastaði spjótið út á 32,89 metrar hóast hon kastaði við einum skinnara á arminum vegna ein skaða í alboganum. Og tað kastið tryggjaði henni danmarkarmeistaraheitið.
Samstundis, sum Sunniva kastaði spjót, royndi Dánjal Dahl Ljósheim seg í 400 metra rimarenning fyri dreingir 20-22 ár. Við tíðini 61,50 sekund tryggjaði hann sær eitt trygt silvurmerki.
Hitt føroyska silvurmerkið henda dagin fekk Tórur Mortensen í longdarlopi fyri dreingir 20-22 ár. Við 6,83 metrum vann hann silvur, 20 sentimetrar frá gullinum. Hann hevði eitt lop, sum var væl longri, men her var yvirtrakk.
Í tveimum kappingum gjørdist tað til føroyskt fjórðapláss, Guðrið Káradóttir Petersen í hamarkasti og Miso Buha í 200 metra renning.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald