Fótbóltur

Trý lið á fyrsta plássi

Greipuvinnararnir úr KÍ hava fingið eina heldur keðiliga byrjan upp á kappingarárið við tveimum javnleikum á rað.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2021-04-01 20:03 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Triðja umfar í bestu kvinnudeildini hevur verið avgreitt í gjár og í dag, og nú eru trý lið á fyrsta plássi við 7 stigum. Greipuvinnararnir KÍ eru beint í hølunum, men hava fimm stig á fjórða plássi. 

Í gjárkvøldið hittust nýggju liðini í deildini, 07 Vestur og AB/B71. Her fekk 07 Vestur síni fyrstu stig í bestu deildini við einum 3-2 sigri.

Seinnapartin vóru hinir tríggir dystirnir leiktir, og tað vóru NSÍ og Víkingur sum løgdu fyri við Løkin í Runavík. NSÍ var undan kappingarárinum mett at vera eitt lið sum kundi geva KÍ kapping um FM-heitið, men úrslitið í dag kundi bent á, at Víkingur eisini liggur framvið. Víkingur vann dystin 3-2 við máli frá 15 ára gomlu Rakul Sørensen í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Sí myndir frá dystinum NSÍ-Víkingur

Í Klaksvík tóku greipuvinnararnir ímóti HB, men nógvu áskoðararnir við Djúpumýrar seinnapartin fingu einki mál. Dysturin endaði málleysur 0-0. Hetta er annar javnleikur á rað hjá KÍ, sum farna fríggjadag eisini spældi málleyst javnt móti Víkingi.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Sí myndir frá dystinum KÍ-HB

Í Gundadali har B36 tók ímóti EBS/Skála var málveitsla og heili átta mál komu í dystinum. Støðan í hálvleikinum var 2-1 til gestirnar, men í seinna hálvleiki regnaðu málini inn. B36 var á odda 4-3 tá 90 minuttir vóru leiktir, men í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat eydnaðist tað Leu Lisberg at javna fyri EBS/Skála og tryggja útiliðnum eitt lið.

HB, EBS/Skála og Víkingur deilast sostatt um fyrsta plássið við sjey stigum hvør. KÍ er á einum fjórða plássi við fimm stigu. NSÍ og 07 Vestur hava trý stig hvør meðan B36 hevur eitt stig. AB/B71 hevur enn til góðar at fáa fyrsta stigið í bestu deildini.

Nú verður landsliðssteðgur hjá kvinnum áðrenn gongd verður sett á landskappingina aftur 17. apríl. A-landsliðið hjá kvinnum hevur venjingarlegu fyri spælararnar í heimligu kappingini í døgunum 7-10. apríl.

07 Vestur - AB/B71 3-2 (2-1)
19' Margit M. Kwao 1-0
28' Evelin Da Silva Mastropaqua 2-0
40' Judith Rasmussen 2-1
49' Sólrun Hendriksdóttir Sørensen 2-2
50' Eyðvør Tórbjørnsdóttir Poulsen 3-2

NSÍ - Víkingur 2-3 (1-1)
31’ Jensa Petursdóttir Olsen 0-1
38’ Monika Samuelsen 1-1
75’ Maria Johansen 2-1
83’ Jensa Tórolvsdóttir 2-2
90’ Rakul Sørensen 2-3

KÍ - HB 0-0

B36 - EBS/Skála 4-4 (1-2)
8’ Lea Lisberg 0-1
23’ Emma Hansdóttir 1-1
25’ Rakul Vesturdal Magnussen 1-2
58’ Olga Kristina Hansen 2-2
64’ Emma Hansdóttir 3-2
83’ Rakul Vesturdal Magnussen 3-3
88’ Sjálvmál 4-3
90’ Lea Lisberg 4-4

4. umfar

EBS/Skála - KÍ (17. apríl)
07 Vestur - B36 (17. apríl)
AB/B71 - Víkingur (18. apríl)
HB - NSÍ (18. apríl)

Støðan í Betri deildini kvinnur 2021

1. Víkingur (7 stig)
2. HB (7 stig)
3. EBS/Skála (7 stig)
4. KÍ (5 stig)
5. NSÍ (3 stig)
6. 07 Vestur (3 stig)
7. B36 (1 stig)
8. AB/B71 (0 stig)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder