Ríðibreytin í Marknagili í Havn er karmur um sera spennandi FM finalu kl 14 í dag. Tá skal avgerðast hvør vinnur tær báðar greinanar, sum enn ikki eru avgjørdar. Spenningurin er helst serliga um hvør vinnur FM í Tvíspor og skal ganga á odda fyri skrúðgonguni á ólavskøku næsta ár.
Spenningur er tó eisini aðrastaðnis. Í Skeið eru tað serliga Syrpa hjá Bárði Johannessen og Sina hjá Brandi í Dali, sum kappast um FM, men Tyrla hjá Rógva S. Holm hevur eisini møguleikan at vinna. Tað er tó sera stór kapping um stigini í dag, heili 11 ross dystast í skeiðgreini, og tað eru helst tvey heilt onnur ross, sum hava besta møguleika at vinna á degnum, nevnliga Gylling hjá Klæminti Myllhamar og Kór, sum Beinta P. Debes ríðir.
Tøltgreinin er enn ikki FM grein. Har dystast 6 ross, og har verður helst áhugavert at síggja nýggja hestin hjá Knút Lútzen. Hesturin eitur Kári og hevur hann longu vunnið eina FM grein í gongulagskapping, men tað verður eisini áhugavert at síggja onnur ross har. Í trav kappast 5 ross. Har er Grettir við Kristfríð D. Jacobsen longu FM vinnari. Tvíspor ung hevur fýra luttakarar, og har er FM vinnarin Sílfa og Ása Bárðardóttir stórfavorittur at vinna. Tvíspor annar flokkur hevur seks luttakarar. Har man tað helst vera Tittan við Geir Wardum sum hevur best møguleikar. Men onnur ross hava eisini møguleikan.
Stóra brakið verður tó, tá Tvíspor fyrsti flokkur skal avgerðast, har eru trý ross, sum kunna vinna FM, og hetta er helst ongantíð komið fyri fyrr. Fremst er Svanna hjá Hans P. Poulsen við 23 stigum, nummar tvey er Freyr hjá Onnu Magnussen við 21 stigum, og nummar trý Marengo, sum Regin Johannessen ríðir. Svanna og Freyr kunna sjálvi avgera FM til egnan fyrimun, men Marengo skal hava hjálp frá Freyr fyri at kunna vinna.
FM stigatalvan
Skeið:
Syrpa 19 stig
Sina 17 stig
Þyrla 14 stig
Stígur 9 stig
Skuggsjá 8 stig
Kór 7 stig
Viti 4 stig
Trav:
Grettir 28 stig og Føroyameistari
Freyr 20 stig
Lotta 7 stig
Tittan 4 stig
Savoy 4 stig
Barði 3 stig
Tvíspor ung:
Silfá 28 stig og Føroyameistari
Blíður 16 stig
Þáttur 9 stig
Urd 9 stig
Píl 6 stig
Tvíspor vaksin:
Svanna 23 stig
Freyr 21 stig
Marengo 20 stig
Urd 3 stig
Tindur 2 stig
Antares 1 stig
Nr. 1 fær 7 stig, nr. 2 fær 5 stig, nr. 3 fær 4 stig osfr
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald