Hondbóltur

Trý tey fremstu vunnu

Hoyvíkingar, kollfirðingar og vestmenningar vunnu sínar dystir í dag.

Pætur Thomsen var toppskjútti hjá oddaliðnum H71 við níggju málum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Pætur Thomsen var toppskjútti hjá oddaliðnum H71 við níggju málum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-12-05 21:10 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tríggir dystir vóru seinnapartin leiktir í Burn deildini, sum er besta hondbóltsdeildin hjá monnum.

Oddaliðið H71 var á vitjan hjá StÍF á Skála. Hoyvíkingar eru í einum góðum stima, og hava ikki tapt síðani 27. oktober. Og teir taptu heldur ikki í dag, men vunnu heili 35-28. Suverenur toppskjútti í dystinum var Bjarni í Selvindi, sum skoraði 14 av teimum 28 málunum, sum strandingar fingu.

KÍF sum liggur á øðrum plássi skuldi í Havn reisa seg ímóti Neistanum eftir tvey tap á rað ímóti H71. Kollfirðingar løgdu seg beinanvegin á odda, og støðan í hálvleikinum var 16-12. Úrslitið gjørdist 29-24 til KÍF.

Triði dysturin var í Vestmanna, har Team Klaksvík var á vitjan. VÍF er nøkur stig frammanfyri hini fýra liðini sum kappast um fjórða plássið. Tí kom ein sigur ímóti klaksvíkingum væl við í dag. Vestmenningar vóru á odda 15-12 tá liðini fóru til hálvleiks, og hildu í seinna hálvleiki fram at økja um munin. VÍF vann dystin 32-24.

VÍF - Team Klaksvík 32-24 (15-12)
StÍF - H71 28-35 (14-18)
Neistin - KÍF 24-29 (12-16)

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder