Sunnudagin bleiv ársins Trygd-kapping skotin í gongd. Sigast skal beinanvegin, at talan var um ein fantastiskan dyst í høllini á Argjahamri. Tað er heldur sjálvsamt, at kurvabóltsdystur endar við javnleiki og tað kemur næstan ikki fyri, at ein dystur fer í heili tvær longdar leiktíðir. Tað er soleiðis, at kurvabóltsdystir skulu altíð avgerast, tað vil siga, at tað er ikki møguligt við javnleiki.
Tað var sermerkt fyri dystin, at við endan á hvørjum fjórðingi vóru ongantíð fleiri enn 3 stig á muni. Liðini skiftust allan dystin at stríðast um leiðsluna og tað stóð nógv á móti endanum av dystinum hjá báðum pørtum. Við bert tveimum sekundum eftir av dystinum megnaði leikandi venjarin hjá Hávi, Rainer Latupeirissa, at javna dystin við tveimum brotskastum. Eftir hetta var farið til longda leiktíð og enn einaferð endaði við javnleiki. Í seinnu longdu leiktíðini megnaði Hávur at draga longra stráðið og vunnu ársins fyrsta dyst 72-70.
Toppskjúttar í dystinum vóru fyri Hamar 2, Janus Jakobsen við 29 stigum og fyri Háv, Rainer Latupeirissa við 26 stigum.
Hetta var ein sera lovandi byrjan uppá Trygd-kappingina í ár. Komandi leygardag er næsti dystur í kappingini, tá finalistarnir frá tveimum teimum síðstu árunum hittast á Argjahamri, nevnliga Sporðdrekin og Ravnur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald