Føroyska U17-landsliðið við dreingjum hevur seinnapartin spælt sín triðja dyst í European Open í Göteborg, og talan gjørdist als ikki um nakra keðiliga hondbóltsuppliving. Talan var um tættan og dramatiskan dyst, og við máli nøkur fá sekund fyri síðsta bríksl megnaðu Føroyar at fáa javnleik eftir at hava verið aftanfyri ein góðan part av dystinum.
Tað leikaði javnt á millum Føroyar og Ísreal allan vegin, og mesti munurin var tvey mál. Liðini skiftust um at hava eina lítla yvirvág, og fyri tað mesta vóru tað Føroyar, ið runnu eitt sindur aftaná, tó at okkara høvdu leiðsluna nakrar ferðir - serliga fyri steðgin.
Ísrael endaði fyrra hálvleik betri, og tað var 6-8, tá liðini fóru at hvíla seg. Tá var tað steðgað upp við málskjótingini hjá Føroyum eina løtu, og nakrar útvísingar kostaðu, men byrjaði man betur eftir steðgin við fleiri góðum málum, umframt verjustøðum.
Tað var ógvuliga spennandi, men síðstu minuttirnar lá tað til Ísrael, sum kom heldur lætt til nøkur mál mitt fyri og so gott sum kundi tryggjað sær víðari luttøku við sigri. Føroyar minkaðu niður í eitt mál, tá Jákup Egholm stjól bóltin í verjuni, fór avstað sjálvur og skoraði. Vinstri vongurin úr Hoyvík er eitt ár yngri enn teir flestu í kappingini og vardi partar av dystinum álopskent sum 1'ari.
Jákup Egholm og Fríði Holm í Innistovu (Mynd: Hondbóltssamband Føroya)
Mynd: Hondbóltssamband Føroya
Ísrael kundi staðfesta sigurin í síðsta minuttinum, men føroyska verjan gjørdi umstøðurnar truplar, og so bjargaði Torkil Skála. Hann sendi síðani bóltin fram til Magnus Árason, ið skjótt spældi yvirum til fría Jákup Egholm, sum var ísakaldur og við sínum tíggjunda máli tryggjaði Føroyum javnleik.
Stórur fagnaður í føroysku leguni - man er framvegis ósigraður, 11 mál í seinna hálvleiki er gott, tá tað bert verður spælt í tjúgu minuttir, teir vendu dystinum aftur, og gjørdu harvið fyritreytirnar til í kvøld nakað betur. Seinni skulu Føroyar undir torføra uppgávu. Hetta Ísrael-liðið var sterkt, men Spania er á pappírinum sterkari, og ungu føroysku menninir skulu hava stig móti spaniólum fyri at koma víðari í høvuðsumfarið.
Tvey lið spæla seg víðari. Spania hevur í løtuni fult stigatal - seks stig - og Ísrael og Føroyar hava bæði fimm stig. Ísrael hevur tó væl betri málúrttøku vegna greiðu sigrarnar á Finnlandi og Niðurlondum. Spania vann við trimum málum á Ísrael.
Spania og Føroyar spæla í kvøld klokkan 19.30. Um okkara fáa stig, hava teir framvegis møguleika at verja krúnuna frá European Open í 2019. Um spaniólar vinna, skulu Føroyar næstu dagarnar spæla um plássini uttanfyri topp-8.
Føroysku spælararnir fegnast og takka áskoðarunum fyri góðan stuðul
Myndir: Hondbóltssamband Føroya
European Open 2023, U17 Menn
Gøteborg, mikudagin 03.07
Føroyar - Ísrael 17-17 (6-8)
Dystargongdin:
5 min: 2-1
10 min: 4-4
15 min: 6-5
(20 min: 6-8)
25 min: 9-9
30 min: 11-11
35 min: 13-14
(Spælt verður 40 minuttir - 2x20)
Føroyskir málskjúttar:
Jákup Egholm 10 (1)
Fríði Holm í Innistovu 2
Jón Midjord 2
Rúnar Hammer 1
Lýðar í Dímun 1
Magnus Orri Rubek Carlsen 1
Støðan í bólkinum:
Spania 6 stig
Ísrael 5 stig (+ 20) *
Føroyar 5 stig (+8)
Niðurlond 0 stig
Finnland 0 stig
* Ein dyst fleiri - tvey tey fremstu koma víðari
19.30: Føroyar - Spania (EHF TV)
Fleiri hagtøl frá dystinum móti Ísrael niðanfyri:
--------------------
Flest upplegg (assist):
Rúnar Hammer 6
Bjargingar:
Torkil Eirikson Skála 3
Bjarni Gunnarsson Jacobsen 2
Tekniskar villur:
Føroyar: 3
Ísrael: 6
Útvísingar:
Føroyar: 6
Ísrael: 6
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald