Annað umfar í bestu kvinnudeildini í fótbólti varð avgreitt um vikuskiftið. EBS/Skála og HB eru tey liðini sum higartil hava fingið fulla úrtøku. Óvæntað leiktu greipuvinnararnir frá í fjør, KÍ, javnt í gøtu.
Punktum varð sett fyri umfarið tá HB spældi ímóti grannunum úr B36 seinnapartin. HB legði seg á odda eftir bara fýra minuttir við máli frá Emmu Tórmóðardóttir Stórá. Hetta var eisini støðan tá liðini fóru til hálvleiks, men í seinna hálvleiki hevði HB vindin við sær, og stóð fyri tí mesta.
Tíggju minuttir inn í seinna hálvleik økti Emma Tórmóðardóttir Stórá til 2-0. Lítla løtu seinni var mál í hinum endanum tá Lív Rúnadóttir skeyt bóltin í netið og minkaði um munin til støðuna 2-1.
(Mynd: Sverri Egholm)
B36 kom kortini ongantíð veruliga fyri seg, og hinvegin økti HB um leiðsluna. Fyrst við mál frá innskiftu Ásu Stórá Carlsen í 62. minutti, og løtu seinni Julia Naomi Mortensen til 4-1, sum eisini gjørdist úrslitið. Trý stig til tær í reyðum og svørtum, og HB má sigast at hava fingið eina góða byrjan upp á kappingarárið við fullari úrtøku. B36 hevur ikki megnað at fingið nøkur stig á kontuna higartil.
Sí myndir frá HB-B36-dystinum her
Fríggjakvøldið tók Víkingur ímóti KÍ í Sarpugerði. KÍ vann alt sum kundi vinnast í fjør, men okkurt bendir á, at vit fáa eina javnari kapping í ár, tí Víkingur megnaði at halda klaksvíkskvinnum frá at skora. Víkingur fekk heldur einki mál, og liðini máttu tí taka til takkar við einum stigi í part.
NSÍ, sum hóast nógv trýst í dystinum móti KÍ í fyrsta umfari, ikki megnaði at fáa stig, lat leygardagin ongan iva vera um, at tær hoyra til í toppinum á stigatalvini.
Runavíkskvinnur vunnu heili 6-0 móti uppflytarunum úr AB/B71, og fingu síni fyrstu trý stig. EBS/Skála spældi á heimavølli ímóti hinum nýggja liðnum í bestu kvinnudeildini, 07 Vestur. Rakul Maria Vesturdal Magnussen legði heimaliðið á odda tá átta minuttir vóru leiktir, men eitt korter fyri steðgin javnaði Margit M. Kwao fyri 07 Vestur til hálvleiksstøðuna 1-1.
07 Vestur helt kortini EBS/Skála frá at skora nógv mál, tí tað kom bara eitt mál afturat í dystinum. Tí syrgdi Lea Lisberg fyri tá 50 minuttir vóru leiktir. 2-1 til EBS/Skála - eitt lið, sum annars vann 5-0 ímóti hinum uppflytarunum í síðstu viku.
Sostatt leggja HB og EBS/Skála seg í oddin við seks stigum hvør. KÍ og Víkingur hava fýra stig, NSÍ hevur trý stig meðan B36, 07 Vestur og AB/B71 enn mangla at vinna síni fyrstu stig.
Úrslit 2. umfar
Víkingur - KÍ 0-0
EBS/Skála - 07 Vestur 2-1 (1-1)
11’ Rakul Vestural Magnussen 1-0
34’ Margit M. Kwao 1-1
50’ Lea Lisberg 2-1
AB/B71 - NSÍ 0-6 (0-1)
6’ Heidi Sevdal 0-1
65’ Unn Hvidbro 0-2
67’ Unn Hvidbro 0-3
69’ Heidi Sevdal 0-4
70’ Laila Pætursdóttir 0-5
90’ Unn Hvidbro 0-6
HB - B36 4-1 (1-0)
4’ Emma Tórmóðardóttir Stórá 1-0
55’ Emma Tórmóðardóttir Stórá 2-0
56’ Lív Rúnadóttir 2-1
62’ Ása Stórá Carlsen 3-1
67’ Julia Naomi Mortensen 4-1
3. umfar
07 Vestur - AB/B71 (Mikudagin 31. mars)
NSÍ - Víkingur (Hósdagin 1. apríl)
B36 - EBS/Skála (Hósdagin 1. apríl)
KÍ - HB (Hósdagin 1. apríl)
Støðan í Betri deildini kvinnur 2021
1. HB (6 stig)
2. EBS/Skála (6 stig)
3. KÍ (4 stig)
4. Víkingur (4 stig)
5. NSÍ (3 stig)
6. B36 (0 stig)
7. 07 Vestur (0 stig)
8. AB/B71 (0 stig)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald