Annað

Tryggur sigur til Dáva Magnussen

Kappast var í tíðarkoyring á súkklu í Sandoynni leygardagin.

Dávur Magnussen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Dávur Magnussen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-04-26 16:51 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Leygardagin skipaði Tórshavnar Súkklufelag fyri súkklukapping. Leiðin gekk hesa ferð til Sands og leygardagin bleiv kappast í tíðarkoyring.

Startur og mál var við Meginskúlan. Leiðin gekk gjøgnum Sandsbygd til Skálavíkar, og aftur til Meginskúlan. Ein spennandi og varierandi teinur, sum er 24 kilometrar til longdar.

Hetta var triðja tíðarkoyringin, sum TSF skipar fyri í ár. Helgi W. Olsen, sum vann tær báðar fyrstu kappingarnar í ár, var ikki við hesaferð, og harvið gjørdist maðurin, sum vann allar tíðarkoyringarnar í fjør, Dávur Magnussen, ein tryggur vinnari.

Hann vann sannførandi við hálvumfjórða minutti til nummar tvey, sum gjørdist Jákup Petur Eliassen. Nummar trý gjørdist Jens Mortan Rasmussen.

Ein kvinna luttók leygardagin, og tað var Rigmor Rasmussen.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder