Annað

Tryggur sigur til Skotland

Eftir 3-0 ósigurin er greitt, at Føroyar skulu spæla hálvfinalu kl 19.30 í kvøld móti vertunum úr Luksemborg.

2019-05-11 11:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

2. setti var greitt tað besta hjá føroysku kvinnunum móti Skotlandi. Skotska liðið var ov sterkt á degnum, har Føroyar ikki fingu spælið heilt at koyra, hóast at tað sá gott út í løtum.

Tað gjørdist bert til trý sett, har settúrslitini vóru hesi: 
Føroyar - Skotland 0-3
17-25, 22-25, 17-25

Úrslitið hevur við sær, at Føroyar spæla seinnu hálvfinaluna í kvøld, og føroyska liðið fær tað væl sterkari mótstøðuliðið. Luksemborg vann stóran 3-0 sigur á Noðurírlandi í gjár og er favorittur móti Føroyum.

Hálvfinalan hjá Føroyum byrjar klokkan 19.30 føroyska tíð. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder