Annað

Tummas Jacobsen til NM við Glen og Linn

Norðurlandameistarakapping fyri seyðahundar verður í Noregi um vikuskiftið.

2019-08-07 20:52 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Um vikuskiftið luttekur Tummas Jacobsen í norðurlandameistaraskapinum fyri seyðahundar, sum hesaferð verður í Noregi. Tummas luttekur við tveimum hundum: Glen og Linn.

Glen hevur luttikið í fleiri altjóða kappingum, millum annað HM í Stórabretlandi í 2014 og Hollandi í 2017. Harafturat var hann við til EM í Tjekkia (2018), Norra (2017), Italia (2015) og Danmark (2014).

Linn, sum bert er trý ára gomul, hevur hóast sín unga aldur megnað at vunnið sær fyrsta kvalifikationspláss til altjóða kappingar fyri árið 2019, og luttekur tí eisini til EM seinni í hesum mánaðinum.

Norðurlandameistaraskapurin fevnir um tveir innleiðandi kvalifikatiónsdagar, har allir 43 hundar kappast báðar dagarnar. Teir 16 hundarnir, sum fáa flest stig samanlagt, fara víðari til finaluna sunnudagin, har talan verður um ein nógv størri og truplari bana við tveimum settum av seyði.

Tey fimm luttakandi londini eru Svøríki, Noreg, Finnland, Danmark og Føroyar.

Kappingin verður stroymað beinleiðis her

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder