1. februar skal føroyingurin Sarah Mahfoud boksa um heimsmeistaraheitið hjá IF móti Brenda Carabajal úr Argentina.
Í royndini at gerast IBF-heimsmeistari hevur Sarah nú fingið hjálp frá amerikanska tungvektaranum Sherman Williams, eisini kallaður ”The Tank”.
Sherman Williams er 47 ára gamal, kemur frá Bahamas, men er búsitandi í Florida. Hann er framvegis aktivur boksari, men hevur eisini tikið venjaraútbúgving, og hevur verið venjari hjá fleiri nevaleikarum, sum klára seg væl.
Nú skal hann so eisini hjálpa Sarah Mahfoud, sum boksar í flokkinum fjøðurvekt. Venjingin fer fram í Bokseinstituttet í Valby.
Umframt at fáa tekniska venjing frá tunga amerikanaranum, fær Sarah Mahfoud eisini kropsliga venjing frá Tore Sten Andersen.
Sjálv sigur Sarah, at hon er í sera góðum formi í løtuni og er væl fyrireikað at hitta boksaran úr Argentina á Fight Night boksistevnuni í Frederiksberghallerne 1. februar.
Eftir nýggjár kemur russiska Elena Gradinar til Danmarkar at venja – sparra – saman við boksaranum, sum hevur sín uppruna íVestmanna.
Elena Gradiner er á sætta plássi á styrkilistanum hjá IFB, og boksaði um HM-heitið móti júst Brenda Carabajal í apríl mánaði í Atlantic City í USA. Carabajal vann tepurt upp á stig í tíggju hørðum umførum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald