Annað

Tvær kappingar tvey gull til Helga

Tvær FM kappingar í fjallasúkkling vóru um vikuskiftið.

Helgi Winther Olsen avmyndaður á oyggjaleikunum 2017 (Mynd: Jens Kr. Vang)

Helgi Winther Olsen avmyndaður á oyggjaleikunum 2017 (Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-10-27 08:03 Author image
Innsent
placeholder

Sersambandið fyri Súkkling og Triathlon og Fjallasúkklufelagið skipaðu fyri FM í fjallasúkkling í vikuskiftinum. Leygardagin bleiv kappast í MTB XCO, og sunnudagin í MTB XCC.

Leygardagin var økið við Hotel Føroyar og gøturnar framvið Oyggjarvegnum karmur um tí sokallaðu Cross Country kappingina. Tá bleiv koyrt í 90 minuttir. Sunnudagin bleiv aftur kappast, og tá vóru gøturnar kring Eiðrargarð karmur um Criterium kappingina. Tá bleiv koyrt í 30 minuttir.

Hóast ymiskar til longdar, so var vinnarin hin sami. Helgi W. Olsen vann bæði leygardagin og sunnudagin.

Báðar dagar vann hann sannførandi, og báðar dagar legði hann hart út og legði skjótt frástøðu aftur til allar sínar kappingarneytarnar.

Tað bleiv aftur til eitt gullheiðursmerki og enn eitt FM heiti til Helga W. Olsen sunnudagin. Uppskriftein var tann sama. Helgi legði út við fullari styrki, og kappingin var ikki meir enn skotin ígongd, so hevði Helgi lagt flestu súkklarar afturum seg.

Tryggur sigur
Helgi brúkti 1 tíma, 25 minuttir og 32 sekund um tey fimm umførini. Sannførandi sigur til Helga, og tá avtornaði vann Helgi við tíggju minuttum á nummar tvey, sum gjørdist Hilmar Hansen. Hilmar brúkti 1 tíma 35 minuttir og 23 sekund um teinin.

Leingi var speningur um hvør fór við bronsuni. Tíðliga í kappingini kappaðist Dávur Magnussen um silvurið. Sum kappingin leið nærkaðust Andrass Joensen og Gunnar Dahl-Olsen Dávuri, og á næstseinasta umfari fingu Andrass og Gunnar, Dáva aftur. Tætt var millum Andrass og Gunnar alla kappingina, men í síðsta umfari økti Gunnar, og løtu seinni fór hann triðjur um málstrikuna. Gunnar brúkti 1 tíma 40 minuttir og 7 sekund um tey fimm umførini.

Hjá kvinnum vann Elsa Berg. Meðan menninir koyrdu fimm umfør, so skuldu kvinnurnar koyra trý umfør. Elsa var einasta kvinnan sum luttók leygardagin, og Elsa brúkti 1 tíma 38 minuttir og 55 sekund um tey trý umførini.

Raðfylgjan var tann sama sunnudagin. Helgi vann, Hilmar næstur og Gunnar gjørdist triðjur um mállinjuna.

Andrass Joensen var ikki við sunnudagin, men tað var Jan Hjaltalin Olsen, sum í nógv ár hevur verið ein av okkara stinnu landavegsúkklarum.

Jan koyrdi væl sunnudagin, og leingi var tað hann sum “bardist” um triðjaplássið saman við Gunnari. Eisini sunnudagin var hált, og Jan var óheppin og datt. Hann var skjótur upp á hestin aftur, men nú var frástøða komin millum Jan og Gunnar, sum løtu seinni, annan dagin á rað, fór Gunnar við bronsuni.

Birita Poulsen FM vinnari
Hjá kvinnum luttóku nú tvær. Elsa Berg luttók ikki, men tað gjørdu Birita Poulsen og Anna Sofía Zachariassen. Birita vann og Anna Sofía nummar tvey.

Sigurin hjá Biritu var tryggur. Tað var væntandi, eftirsum Birita hevur súkklað kapp í fleiri ár, og eisini umboðað Føroyar, tá hon á føroyska landaveglandsliðnum vann sær góð úrslit á Oyggjaleikum á Gotlandi í 2017.

Fjallasúkklufelagið og SST skipa fyri trimum FM kappingum, og triðja og seinasta FM kappingin verður komandi vikuskifti, tá kappast verður í MTB XCM, ið er stytting fyri cross country marathon í fjallasúkkling.

Kappast verður leygardagin 31. oktobur og kappingin byrjar kl 13.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder