Um vikuskiftið vóru fjórðingsfinalur í donsku steypakappingunum fyri kvinnur og menn í donskum flogbólti. Her vunnu ASV Elite við Bjørk Nolsøe Isaksen og Ikast KFUM við Bjarna Joensen seg í final 4 kappingina, sum verður í Aarhus 3. og 4. februar.
Bjørk og ASV Elite leiktu í fjórðingsfinaluni ímóti ASV Aarhus 2, og var talan um ein sera greiðan 3-0 sigur til ASV Elite. Lutakastið til final 4 hevur verið, og her hitta Bjørk og hennara liðfelagar Brøndby VK í teirra hálvfinalu. Í næsta dystinum, sum antin verður finala ella dystur um 3. plássið, bíðar antin Holte IF elle Gentofte Volley.
Í donsku landskappingini hevur eisini gingið væl hjá ASV Elite og Bjørk. Liðið liggur á einum øðrum plássi – ájavt í stigum við Holte IF á fyrsta plássi.
Óvæntaður Ikast-sigur
Hjá monnunum tóku Bjarni Joensen og Ikast KFUM nógv á bóli, og vunnu heldur óvæntað ímóti Vestsjælland VK. Talan bleiv um ein tættan 3-2 sigur til Bjarna og Ikast KFUM.
Í teirra hálvfinalu í Final 4 hittir Ikast KFUM Nordenskov UIF, og víðari á leiðini, skulu teir leika ímóti antin Odense Volleyball ella Gentofte Volley.
Í landskappingini hevur ikki gingið væl hjá sera unga Ikast KFUM liðnum. Teir liggja á næstaftasta plássinum í donsku kapppingini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald