Eftir fimta umfar í kappingini um besta telvaran úr smátjóðum í Evropa eru nú tveir, sum kappast um sigurin. Teir eru Helgi Dam Ziska úr Føroyum og sviin Michael Wiedenkeller úr Luksemburg.
Wiedenkeller vann í gjár lyklatalvið móti stórmeistaranum Igor Efimov úr Monako. Helgi vann á Ezio Righi úr San Marino.
Luitjen Akselsson Apol telvaði annan dagin á rað javnt – hesaferð móti Brezmes úr Andorra.
Støðan eftir fimta umfar:
1.-2. GM Helgi Dam Ziska 2539 (FØR) 4½ stig
1.-2. IM Michael Wiedenkeller 2445 (Luksemburg) 4½ stig
3. GM Igor Efimov 2416 (Monako) 3½ stig
4. IM Fred Berend 2323 (Luksemburg) 3 stig
5.-6. Jake Darmanin 2106 (Malta) 2½ stig
5.-6. Luke Brezmes 2043 (Andorra) 2½ stig
7. Pavlos Constantinou 2120 (Kyprós) 2 stig
8.-9. Luitjen A Apol 2103 (FØR) 1 stig
8. 9. Ezio Righi 1915 (San Marino) 1 stig
10. Paul Carpenter 1982 (Jersey) ½ stig
Finala leygarkvøldið
Alt bendir nú á, at talvið millum Helga og Michael Wiedenkeller fer at vera heilt avgerandi fyri hvør av teimum vinnur kappingina.
Teir møtast í næstsíðsta umfari leygarkvøldið. Tá telvar Helgi við hvíta fólkinum.
Tó er ikki sagt, at øll hini talvini eru avgreiðsluspurningar. Helgi hevur m.a. altjóða meistaran Fred Berend úr Luksemburg eftir. Wiedenkeller hevur nú møtt øllum teimum fremstu – Helgi tó undantikin.
Michael Wiedenkeller vann smálandakappingina í 2014, tá telvað var fyrstu ferð, síðani hevur Helgi vunnið tvær ferðir.
Í sætta umfari í dag hava báðir føroysku telvararnir svarta fólkið. Helgi móti Paul Carpenter av Jersey og Luitjen móti Jake Darmanin av Malta. Byrjað verður klokkan 17. Føroysku telvararnir sita á Hotel Føroyum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald