2019-11-03 21:18
Astrid Nanly Breckmann, Rebekka Ingadóttir Rein og Gunnvá Mørkøre hava í dag kappast í finalu í amboðsfimleiki, sum hevur verið í Svøríki.
Serliga hjá Astrid Nanly Breckmann gekk væl. Hon vann gull í gólv og barr, silvur í lop og bronsu í bita. Rebekka Ingadóttir Rein vann silvur í gólv.
Venjarnar, sum hava verið við teimum eru Camelia Mihaela Mindricel-Celariu og Kira Danielsen, skrivar Havnar Fimleikafelag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald