KÍ, Hondbóltssamband Føroya og Kurvabóltssamband Føroya eru í uppskoti til viðurslønina ÍtróttaFELAGSSKAPURIN 2020, sum verður latin á ÍtróttaFAGNAÐINUM 13. februar.
Stóra arbeiðið, sum fer fram í ítróttafeløgunum og sambondunum, verður viðurkent við heiðurslønini ÍtróttaFELAGSSKAPURIN 2020. Her ber til at skjóta upp eitt vælvirkandi felag ella samband, sum ger eitt gott ítróttaligt og samfelagsligt arbeiði.
KÍ hevur seinastu árini flutt sítt lið í bestu mansdeildini frá at vera eitt miðallið – enntá eftir ein túr niðri í næstbestu deildini – til at vera eitt afturvendandi topplið. Harumframt hava KÍ-kvinnurnar, sum hava verið nærum einaráðandi í føroyskum fótbólti í nógv ár, verið við til at lyft støðið á føroyskum kvinnufótbólti. Professionalisma eyðkennir felagið, bæði tá talan er um venjarar, leikarar og umstøðurnar í felagnum sum heild.
Hondbóltssamband Føroya hevur fleirfaldað virksemið seinnu árini. HSF torir at droyma stórt og seta sær framsøkin mál. HSF hevur av álvara sett ferð á altjóða virksemið í HM og EM við luttøku í nógvum ymiskum aldursbólkum. Miðvís leikaramenning hevur verið á breddanum í fleiri ár, og góðu úrslitini eru vorðin sjónlig bæði í altjóða høpi og í tí sannroynd, at nógvir leikarar hava fingið sáttmálar við útlendsk feløg.
Kurvabóltur í Føroyum var stovnað sum eitt menningarsamband fyri nøkrum árum síðani. Kurvabóltssamband Føroya hevur síðani tá verið eitt sera virkið samband, sum støðugt hevur arbeitt við at menna og økja áhugan fyri kurvabólti í Føroyum. Ítróttagreinin hevur landskapping fyri bæði kvinnur, menn og ungdómsdeildir. Tað eyðkennir kurvabóltin, at allir dystir í landskappingini eru sjónbandaðir, so teir finnast fleiri ár aftur í tíðina við greiningum og hagtølum um dystir og leikarar umframt aðrar viðkomandi upplýsingar.
Umframt sjálvan heiðurin fær ÍtróttaFELAGSSKAPURIN 2020 eina peningaupphædd á 15.000 krónur. ÍtróttaFAGNAÐURIN verður sendur beinleiðis í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya leygarkvøldið 13. februar kl. 19.30.
Ítróttasamband Føroya
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald