Hondbóltur

Tveymáls leiðsla í steðginum

Hákun West av Teigum syrgir fyri málunum. Føroyar eru á odda 15-13 í steðginum.

Hákun West av Teigum (Mynd: Harald Bjørgvin)

Hákun West av Teigum (Mynd: Harald Bjørgvin)

2022-07-15 20:13 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Vit fingu eina góða byrjan í U20 dystinum móti Italia í EM-endaspælinum í kvøld, og komu á odda 5-2. Men eftir stuttari løtu varð leiðslan etin upp, tá okkara menn fóru at gera nógvar villur.

Hóast vit fyri tað mesta eru á odda, koyrir spælið hjá Føroyum ikki so væl sum tað kundi, og Elias Ellefsen á Skipagøtu hevur ikki fingið gongd á sítt spæl enn.

Serliga er tað Hákun West av Teigum, sum av vonginum, syrgir fyri málunum. Hann skoraði sjey mál í fyrra hálvleiki.

Kringvarpið sjónvar dystin. Fylg við her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder