13. apríl 2013 lótu dyrnar upp hjá Tvørmegi, og fyrsta CrossFit venjingarmiðstøð í landinum var opin. Stigtakarar vóru Marjun Persson, Snorri Patursson og Heini Hátún, sum funnu hølir í M.A. Winthersgøtu 4, har Tvørmegi enn heldur til. Fyri umleið tveimum árum síðani keypti Klæmint Østerø seg eisini inn sum eigari. Tvørmegi er spakuliga vaksið, og í dag eru umleið 120 limir umframt næstan 40 børn og ung, sum hava sína dagligu gongd í Tvørmegi.
Í Tvørmegi venja vit CrossFit, sum er nýggjur venjingarháttur og ítróttargrein, sum samantvinnar klassiskar ítróttargreinir sum fimleik, vektlyfting og ymiskt úr frælsum ítrótti. CrossFit er funktionell venjing og hevur til endamáls at fremja fitness, sum er styrki, fimi, úthaldni, skjótleiki og mangt annað. Uppskriftin er fjølbroytt venjing við høgum intensiteti. Tað týdningarmesta er tó at venja við góðum teknikki – síðani kann intensiteturin økjast. Eingin dagur er eins í Tvørmegi, nýggj venjing er hvønn dag.
Venjingin í CrossFit fer fram í bólkum, og ein venjari stýrir venjingini og vegleiðir øll tey íðkandi. Tað er í roynd og veru persónlig venjing í bólkum. Bólkurin er ein sprøklutur flokkur av royndum og óroyndum, sum øll venja saman á tí støði, tey sjálvi eru á. Tvørmegi er stolt av at hava nógvar dugnaligar venjarar.
Ymsir møguleikar eru til ymsar aldursbólkar og ymisk endamál:
- Tann vanliga venjingin – WOD (Workout Of the Day)
- TreystisWOD – konditiónsvenjing við meiri enføldum rørslum.
- CrossFit Ung fyri 13-16 ára gomul
- CrossFit Børn fyri 8-12 ára gomul
- CrossFit Senior fyri fólk í ommu- og abbaaldri
- Open Gym – sjálvstøðug venjing
- Leiga av hølum við ella uttan venjara (typiskt ítróttarfeløg, starvsfólkadagar ella polterabend)
Okkara ynski er, at fleiri føroyingar fáa eyguni upp fyri, hvussu góð venjing CrossFit er. Ein kann venja fyri at styrkja heilsuna, men eisini sum eina ítróttargrein við máli um allatíðina at verða betri. Endamálið er at blíva sterkur og sunnur. Vit leggja okkum eftir førleikum, góðsku, góðum trivnaði og at tað skal vera stuttligt at venja. Kropsideal standa í skugganum av dugnaskapi í Tvørmegi.
Leygardagin 13. apríl kl. bjóðar Tvørmegi øllum at hátíðarhalda dagin. Møguligt verður at royna eina venjing í CrossFit. Vit leggja venjingina til rættis, so øll kunnu vera við. Bæði limir og ikki-limir eru vælkomin.
- Tvørmegi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald