Tveir týðandi dystir í Føroya Tele-deildini hjá kvinnum eru á skránni í kvøld. Báðir dystirnir byrja klokkan 19.
SÍ – Fleyr
Tað eru nummar 2 og 3 í Føroya Tele-deildini, sum her hittast. Undan dystinum er Fleyr fýra stig frammanfyri SÍ, so vinnur Fleyr sær trý stig í kvøld, kann tað fara at gerast stríggið hjá SÍ at taka Fleyr aftur í kapprenningini um seinna finaluplássið í landskappingini, nú dystirnir fara at fækkast. Hinvegin kann SÍ við trimum stigum minka munin niður í bara eitt stig.
Mangt talar tó fyri, at liðini í mesta lagi megna at vinna sær tvey stig, tí báðir hinir dystirnir teirra millum hetta kappingarárið eru endaðir 3-2. Tað hendi so seint sum í hálvfinaluni í steypakappingini leygardagin, tá Fleyr vann 3-2, og tað hendi eisini í landskappingini í desember, tá SÍ vann 3-2 í Sørvági.
Sjey dystir eru eftir at spæla eftir dystin í kvøld
Sí eisini: Fleyr knógvaði SÍ í hálvfinaluni í Bónus-kappingini
KÍF – Mjølnir kl. 19:00
Hjá Mjølni er gylt høvi at nærkast í hvussu er øðrum av hinum báðum, Fleyr og SÍ. Mjølnir er seks stig aftanfyri Fleyr, sum í løtuni er á finaluplássi. men hevur spælt ein dyst færri.
Mjølnir hevur vunnið fimm dystir á rað í landskappingini, og má tí metast at hava góðar møguleikar at vinna á KÍF, sum hinvegin hevur tapt sjey dystir á rað í landskappingini – og aðrar tríggjar í steypakappingini. Kortini vístu úrslitini í steypakappingini, at tað gongur framá hjá teimum, og tað var um reppið, at Fleyr ikki tapti fyri teimum í fimmsettaranum, sum var í bólkaspælinum. Tí kann tað saktans gerast spennandi í Kollafirði í kvøld.
Báðir dystirnir verða vístir í Televarpinum.
Støðan í Føroya Tele-deildini, kvinnur:
Nr. | Lið | Dystir | Stig |
1 | Dráttur | 11 | 28 |
2 | Fleyr | 10 | 22 |
3 | SÍ | 10 | 18 |
4 | Mjølnir | 9 | 16 |
5 | TB | 9 | 11 |
6 | KÍF | 10 | 7 |
7 | Ternan | 9 | 0 |
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald