Annað

Tykisrenning verður komandi vikuskifti

11. apríl skipar Frælsur Ítróttur Føroya fyri einari sonevndari “tykisrenning” – einari virtuellari renning, har fólk hvør sær renna ella ganga í teirra nærumhvørvi – endamálið við tiltakinum er at fáa fólk út at røra seg.

Mynd: Visualhunt

Mynd: Visualhunt

2020-04-05 09:34 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Leygardagin 11. apríl klokkan 11 skipar Frælsur Ítróttur Føroya fyri einari sonevndari “tykisrenning” – einari virtuellari renning, har fólk hvør sær renna ella ganga í teirra nærumhvørvi.

Endamálið við tiltakinum er at fáa fólk út at røra seg, hvør í sínum lagi, har tey eru, og við hóskandi frástøðu. Tað ber til at renna ella ganga, og av tí at fólk røra seg í hvør sínum stað, avgera tey sjálvi, hvørja leið tey fara, og í hvørjum lendi – um tað er eftir vegnum ella ein túr í hagan.

Stroymað verður frá tiltakinum frá kontrollrúminum við Tórsbreyt. Í stroymingini verður ringt til fólk, meðan tey eru úti og renna ella ganga, helst við Facetime ella líknandi, so til ber at síggja, hvar fólk eru.

Stroymað verður umvegis Facebook-síðuna hjá Frælsum Ítrótti Føroya.

Tiltakið byrjar klokkan 10.45 við felags upphiting – hvør sær. Stroymingin kemur at vísa eina upphiting, og klokkan 11 verður farið avstað.

Tilmelding til tiltakið er valfrí og ókeypis og fer fram á heimasíðuni hjá Frælsum Ítrótti Føroya, www.fif.fo.

Endamálið við tilmeldingini er at fyriskiparar fáa at vita, hvussu nógv og hvør er við í tiltakinum, so stroymingartoymið kann ringja, meðan tiltakið er. Biðið verður um telefonnummarið í tilmeldingini, so luttakarin kann fáa eitt sms boð við nærri kunning.

Í tilmeldingini ber til at velja millum teinarnar 5 km, 10 km, 21,1 km alla “Annað”. Í bólkinum “Annað” er alt, sum ikki er 5, 10 ella 21,1 km – tað kann vera ein gongutúrur ella ein rennitúrur, sum er longri ella styttri enn hinar teinarnar.

Ætlanin er at gera ein “tykisúrslitalista” við at luttakarar, tá teir hava runnið ella gingið sín tein, senda fyriskiparunum eitt sms, har navn, teinur og tíð verða upplýst. Síðani verður tíðin løgd inn í úrslitalistan.

Heitt verður eisini á fólk, sum luttaka í hesum rørslutiltakinum, at nýtt #tykisrenning á sosialu miðlunum, so myndir kunnu deilast í stroymingini.

Ein ramma er eisini gjørd, sum kann nýtast á profilmyndini á Facebook og er hon tøk inni á Facebook-síðuni hjá Frælsum ítrótti Føroya.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder