Annað

U16 genturnar hjá Fleyr vunnu Bónuskappingina

Fleyr-Mjølnir 2-0 (23-22, 25-20).

2024-02-24 13:20 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

U16 genturnar hjá Fleyr tóku fyrsta gullið til Havnar í Bónuskappingini.

Dysturin gjørdist rættuliga spennandi og spælið var hartil eisini sera gott í síðstu finaluni í Bónuskappingini millum U16 genturnar hjá Fleyr og Mjølnir fríggjakvøldið.

Ígjøngum tað mesta av dystinum var Fleyr tó við yvirlutan, men tær komu á ongan hátt lætt til sigurin.

Hóast tap, so gjørdist Osla Johannesen hjá Mjølnir besti leikarin í hesi finaluni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder