Annað

U17 EM: 3-2 sigur á Armenia í fyrsta dystinum

Føroyska liðið fekk eina góða byrjan í Póllandi.

Føroyska liðið eftir sigurin á Armenia (Mynd: Badmintonssamband Føroya)

Føroyska liðið eftir sigurin á Armenia (Mynd: Badmintonssamband Føroya)

2019-08-30 12:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hósmorgunin setti føroyska U17-landsliðið í badminton kós móti Gniezno í Póllandi. Frá í dag og til og við týsdagin, 3. august, kappast 35 lond í EM fyri lið har.

Hetta er aðru ferð, at Føroyar luttaka í kappingingini, og í morgun byjaði liðið við einum sigri. Tað endaði 3-2 móti Armenia í einum spennandi og tøttum dysti

Blandaður tvímansleikur: Miriam Í Grótinum og Tórur Paulason vunnu 21-17 og 21-19
Einmansleikur menn: Hans Elttør tapti 12-21, 21-10 og 14-21
Einmansleikur kvinnur: Bjarnhild Í Búð Justinussen vann 21-12 og 21-16
Tvímansleikur menn:  Hans Elttør og Tórur Paulason taptu 25-23, 14-21 og 13-21
Tvímansleikur kvinnur (Avgerandi dysturin): Miriam Í Grótinum og Bjarnhild Í Búð Justinussen vunnu 21-17 og 23-21 

Í morgin spæla Føroyar tveir dystir; fyrst klokkan 08 móti Estlandi, og klokkan 18 móti Wales. Kekkia er fimta liðið í bólkinum 

Aritra Nandy er venjari, og Laufey Óskarsdóttir Hansen og Thurid Í Búð Justinussen eru liðleiðarar.

[object Object]

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder