
Hondbóltssamband Føroya: Føroysku U17-kvinnurnar taptu fyrsta dystin í EM-endaspælinum í Montenegro greitt, 33-15, fyri Íslandi eftir at okkara vóru aftanfyri 16-6 í hálvleikinum.
Munurin á liðunum var annars minni, tá tey hittust í venjingardystum í juni mánaði í Føroyum fyrr í ár. Tá vann Ísland 32-26 og 29-20. Í dag gekk tíverri heldur misjavnt. Føroyar vóru væl við fyrstu 10 minuttirnar, tá støðan var 6-4, men so kom veruligur stígur í føroysk álopsspælið, og fingu okkara bert tvey mál restina av hálvleikinum.
Hóast onkrar góðar løtur í seinna hálvleiki, so var tað Ísland, sum øktu og var betra liðið. Íslendski málverjin stóð sera væl, og okkara høvdu sera ilt við at fáa brotskøstini sett í mál og skoraðu bert uppá eitt av teimum sjey. Ísland vann 33-15.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2025/07/30/gallery-thumbnail/1753902368nszwftqxag.webp)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald