Annað

U17 EM: Føroyar leggja út klokkan 09

Teir fýra føroyingarnir skulu í morgun dystast við armenar.

Bjarnhild í Buð Justinussen, her saman við Adyhu Nandi, skal í morgun dystast í einmansleiki og í tvímansleiki saman við Miriam í Grótinum (Mynd: Badmintonssamband Føroya)

Bjarnhild í Buð Justinussen, her saman við Adyhu Nandi, skal í morgun dystast í einmansleiki og í tvímansleiki saman við Miriam í Grótinum (Mynd: Badmintonssamband Føroya)

2019-08-30 07:24 Author image
Agnar Prestá
placeholder

U17 EM í badminton fyri lið er í ár Pólandi, og tað fer í gongd í dag. Fyrsti dysturin hjá føroyska liðnum fer í gongd klokkan 9, føroyska tíð 

Fýra ungir føroyingar luttaka í Gniezno, og Føroyar eru í bólki við Kekkia, Estlandi, Wales og Armenia.

Tað er móti júst Armenia, at okkara leggja út. Kappast verður í tvímansleiki hjá kvinnum og monnum og í blandaðum, umframt at Bjarnhild í Buð Justinussen og  Hans Elttør, bæði úr Klaksvíkar Badmintonfelag, skulu dystast í einmansleiki. 

[object Object]Dystarskráin er her - Badmintonssamband Føroya á Facebook hevur lagt út.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder