U17-landsliðið við gentum hevur í beint yvir eina viku verið í Vilnius í samband við EM-undankapping í B-deildini.
Har eydnaðist fyrst at vinna á litavisku vertunum og síðani heili 6-0 á Moldova mánadagin.
Føroyski hópurin eftir stórsigurin á Moldova fríggjadagin (Mynd: Jan Djurhuus)
Í dag var seinasta uppgávan á skránni. Hetta var móti hægst styrkismetta liðnum í bólkinum. Grikkaland hevði, eins og Føroyar, vunnið teir báðar undanfarnu dystirnar, og megnaði eisini at basa Føroyum í dag.
Hagtølini hjá UEFA vísa, at Grikkaland var greitt omaná í spæli og málmøguleikum - málið til 2-0 kom tó ikki fyrrenn í yvirtíðini
Hetta skrivar fsf.fo, ið eisini upplýsir, at sigrarnir í Litava merkja nakað fyri næsta ár:
- Føroyar endaðu sostatt kappingina sum nummar tvey í bólkinum, og hetta merkir, at vit flyta eitt lag upp í styrkismetingini í B-deildini til næstu undankapping
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald