Hesa vikuna hava ungu mennirnir á U17-landsliðnum veruliga vunnið seg inn í hjørtini á føroyingunum. Við sínum frálíka góða hondbólti, sínum ágangandi spæli, sínum stóra dirvi, evninum til at halda høvdið kalt ímóti stórum tjóðum og í avgerandi løtum, og nógvum øðrum afturat.
Les eisini: Føroyar hava vunnið European Open
Liðið hevur hingið ógvuliga væl saman sum ein eind, og tað tykist sum, at venjaraparið hevur megnað at handfara liðið og støðurnar frágerða væl, og at allarflestu avgerðirnar hava verið púra rættar. Sera gott toymi hevur verið rundanum um, og so hevur stuðulin frá mongu føroyingunum verið framúr góður til allar dystirnar - m.a. hoyrdust okkara ógvuliga væl millum tey áleið 6.000 í Skandinaium í gjár.
(Har var nógv at fagnast um sum føroyingur í Göteborg í gjárkvøldið - Mynd: Harald Bjørgvin)
Føroyar vunnu greiðar sigrar á Noreg, Estlandi, Georgia og Hvítarusslandi á veg til finaluna, umframt umráðandi sigrar á Spania og Ungarn í ógvuliga spennandi dystum. Í finaluni í gjár fylgdust Føroyar og Svøríki so at siga alla tíðina fyrstu 45 minuttirnar, men seinasta korterið settu føroyingar svensku vertirnar uppá pláss og vunnu at enda sannførandi og flott.
Les eisini: Elias toppskjútti og mest virðismikli leikari i kappingini
(Elias Ellefsen á Skipagøtu, ovast til høgru, gjørdist toppskjútti og mest virðismikli leikari í kappingini. Hákun West av Tegum (nr. 66) varð kosin besti høgri vongur og Pauli Jacobsen besti málverji - Mynd: Harald Bjørgvin)
Eftir at hava fingið notið sigurin eina løtu í Svøríki, gongur leiðin nú heim hjá liðnum, og í kvøld kl.19.50 lendur hópurin í Vágunum. Hondbóltssambandið skrivar, at høvið verður hjá øllum at koma at taka ímóti og heilsa uppá gullvinnararnar. Kaffi verður at fáa.
Hondbóltur
U17-hetjurnar koma heim í kvøld
Móttøka verður í Vágunum um átta-tíðina.
(Mynd: Harald Bjørgvin)
2019-07-06 12:18
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald