Annað

U17 landsliðið komið heim við nógvum góðum royndum

Í gjár kom føroyska U17 landsliðið í badminton heim frá EM-kapping í pólska býnum Gniezno. Tey endaðu sum nummar fýra í sínum bólki.

Mynd: Badmintonsamband Føroya

Mynd: Badmintonsamband Føroya

2019-09-07 14:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár kom føroyska U17 landsliðið í badminton heim frá EM, sum verður hildið í pólska býnum Gniezno í døgunum 30. august til 7. oktober.

Í liðkappingini luttóku 35 lond, og endaði Føroyar sum nummar fýra í sínum bólki aftaná Tjekkia, Estlandi og Wales men frammanfyri Armenia, sum Føroyar vann á við úrslitinum 3-2, skrivar Badmintonsamband Føroya á Facebook.

Í kappingini spældu øll einmansleik, tvímansleik og blandað, og úrslitini gjørdust hesi:

Einmansleikur:

Miriam Í Grótinum tapti 8-21 og 6-21 móti einum leikara úr Russlandi.

Bjarnhild Í Búð Justinussen tapti 10-21 og 9-21 móti einum leikara úr Hollandi.

Hans Elttør tapti í tøttum dysti 10-21, 23-21 og 10-21 móti einum leikara úr Portugal.

Tórur Paulason tapti 9-21 og 14-21 móti einum leikara úr Írlandi.

Tvímansleikur:

Miriam Í Grótinum/Bjarnhild Í Búð Justinussen taptu ein tættan dyst 22-20, 11-21 og 17-21 móti einum pari úr Póllandi.

Hans Elttør/Tórur Paulason taptu 12-21 og 11-21 móti einum pari úr Eysturríki.

Blandaður tvímansleikur:

Miriam Í Grótinum/Tórur Paulason taptu 9-20 og 13-21 móti einum pari úr Fraklandi.

Bjarnhild Í Búð Justinussen/Hans Elttør taptu 7-21 og 8-21 móti einum pari úr Estlandi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder