Hóast hondbóltskappingarnar í Føroyum eru komnar at enda, og tað eisini er soleiðis nógvastaðni kring Evropa, so verður summarið fult við spennandi uppgávum hjá føroysku ungdómslandsliðunum.
Tvey av liðunum, sum hava altjóða kappingar í juni, skulu sum fyrireiking royna seg móti íslendingum. Føroyar og Ísland hava eitt ógvuliga gott samstarv á ungdómssíðuni, í mun til serliga venjingardystir.
Talan er um U17-dreingir og U21-menn. Hondbóltssamband Føroya skrivar, at liðini spæla tveir venjingardystir hvør móti Íslandi, og at dystirnir verða leygardagin og sunnudagin á Kaplakriki, sum er heimavøllurin hjá FH í Hafnafirði. Dystirnir verða stroymdir og verður leinki lagt út seinni.
Leygardagin 3. juni kl. 16.00 U17 Ísland – Føroyar
Venjararnir hjá U17-landsliðnum eru Mark Lausen-Marcher og Kristinn Guðmundsson. Heimasíðan hjá HSF kunnar um, at venjararnir hava úttikið ein breiðan U17-leikarahóp til dystirnar í Íslandi og kappinga í Svøríki, har ávísir leikarar eru við móti Íslandi, aðrir bert til European Open, og ávísir til báðar uppgávurnar. Í yvirlitinum niðanfyri stendur klombur útfyri teir, sum skulu við til annað landið
Útileikarar:
Hjá U21 eru dystirnir móti Íslandi liður í fyrireikingunum til HM-endaspælið, sum verður í Týsklandi dagarnar 20. juni – 2. Føroyar eru í bólki saman við Angola, Japan og Spania.
Sum Portalurin skrivaði í gjár, so er tað greitt, at Óli Mittún ikki verður við eldru árgangunum í summar. Tað verður Ísak Vedelsbøl, ársins stjørnuskot í Burn-deildini, tó eftir øllum at døma. Ein annar strikuspælari, sum hevur gjørt vart við seg í hesum kappingarárinum, er á listanum og heldur nýggjur í hesum samanhanginum: Vestmenningurin Kristian Jensen. Kollfirðingurin Rói Borum Davidsen er eisini á listanum. Tann nakað yngri Aleksandar Sasha Lacok hevur annars verið við hesum árganginum í seinastu kappingarárinum.
Les eisini: Óli verður ikki við til U21-HM
Elias Ellefsen á Skipagøtu og Bjarni í Selvindi fara ikki við til Íslands. Elias fær hvíld í nakrar dagar - hann hevur júst spæla endaspæl í Svøríki - og Bjarni stríðist fyri at koma fyri seg. Skálamaðurin hevur skaða í fótínum.
U21-landsliðið:
Útileikarar:
Dystarskráin hjá føroyingunum í Íslandi um vikuskiftið:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald