2022-07-30 10:57
Føroysku U18-kvinnurnar eru nú staddar í Norðurmakedonia, har tær skulu kappast í HM hjá U18-kvinnum.
Kappingin byrjar í dag og endar 10. august.
Fyrsti dysturin hjá føroysku kvinnunum verður móti Portugal í dag klokkan 12.30.
Næsti dysturin verður í morgin klokkan 17.20 móti Danmark, og týsdagin 2. august klokkan 9.30 hitta Føroyar Eysturríki.
Allir dystirnir kunnu stroymast á YouTube-rásini hjá IHF her. Meira kunning um, hvussu ber til at fylgja við kappingini á ymiskum miðlapallum er her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald