Hondbóltur

U18-menn komnir beinleiðis til EM 2026

Vegna góðu úrslitini hjá ungu føroysku mansliðunum seinastu fýra árini, eru Føroyar styrkismettar í topp 11 í Evropa á hesum økinum. Hetta hjálpir ungu monnunum, sum í august skulu til EM-endaspæl í Serbia.

Teir, sum eru í U18-aldri nú, fáa nú sín fyrsta møguleika at vera við til eitt endaspæl (Mynd: Hondbóltssamband Føroya)

Teir, sum eru í U18-aldri nú, fáa nú sín fyrsta møguleika at vera við til eitt endaspæl (Mynd: Hondbóltssamband Føroya)

2025-04-23 14:43 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í morgun hevur lutakastið til EM 26-undankappingina hjá U18-monnum verið.

Tjúgu lið vóru í pottinum, men Føroyar vóru ikki millum hesi. Orsøkin er, at Føroyar longu hava pláss í endaspælinum í august.

Tað er høga styrkismetingin hjá Føroyum í ungdómshondbólti hjá monnum, sum ger hetta. Føroyar eru millum 14 tey bestu, um hugt verður eftir úrslitunum seinastu fýra árini, og 14 lið eru beinleiðis við, vísir Hondbóltssambandið á. 

- Á styrkislistanum hjá EHF yvir ungdómshondbólt á manssíðuni, eru Føroyar styrkismettar sum nummar 11. Listin byggir á úrslitini 4 ár aftur, har Føroyar hava havt góð úrslit. 14 tey fremstu liðini á listanum koma beinleiðis til endaspælið hesuferð, meðan 10 tey seinastu plássini verða avgjørd við undankapping.

Í 2023 endaðu U21-menninir (02 og 03-árgangirnir) nummar sjey í HM-endaspæli, og U19-menninir (04 og 05-árgangirnir) nummar átta í HM-endapæli. Tað er slík úrslit, sum spæla inn. 

U18 EM er tað fyrsta stóra endaspælið, sum er, og harvið verður tað ein serstøk uppliving hjá teimum føroyingunum, sum nú eru í hesum aldursbólkinum. Her verður talan um 08-árgangin og yngri.

Í fjør spældi táverandi U18-landsliðið EM. Har gekk tað so mikið væl, at Føroyar í summar aftur skulu spæla HM fyri U19-lið.

U18 EM-endaspælið er á skránni í Serbia í døgunum 29 juli til 9. august 2026.

Les meira um kappingina her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder