HSF: Við sigrinum á Italia í gjár blivu Føroyar nr. 2 í innleiðandi bólkinum. Ísland vann bólkin, meðan Italia gjørdist nr. 3 og Montenegro nr. 4. Við hesum koma Føroyar at leika um 9. – 16. pláss í EM-endaspælinum í Montenegro.
Úrslitið í bólkaspælinum merkir eisini, at Føroyar eru tryggjaðar U20 EM-endaspæl hjá hesum árganginum í 2026. Næsta gularótin verður eitt HM pláss í 2025. Til hetta krevst, at Føroyar gerast í minsta lagi nummar 15 í hesum EM-endaspælinum.
Skráin komandi dagarnar fyri miðumfarið sær soleiðis út:
Mánadagin 12. august kl. 13.30 Føroyar – Kekkia
Týsdagin 13. august kl. 11.00 Slovenia – Føroyar
Hósdagin 15. august kl. 11.00 Portugal – Føroyar
Fríggjadagin verður krossdystur og leygar- ella sunnudagin plaseringsdystur.
Allir dystir kunnu stroymast á live.hsf.fo, hetta um tú ert staddur í Føroyum.
Dystarskrá, úrslit o.a. frá U18 EM-endaspælinum síggjast her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald