
Eins og í fyrsta dystinum í EM-bólkaspælinum, stóðu Føroyar seg væl í løtum móti einum favoritti, men hvassleikin vantaði í ov stóran mun.
Føroyar gjørdu 15 tekniskar villur í álopinum og skoraðu bert uppá 44 prosent av skotunum. Hetta er ávikavist og nógv og ov lítið til at vinna ein EM-dyst móti einum so mikið góðum liði.
Ikki tí; føroyski verjuparturin helt Spania ógvuliga væl í 1. hálvleiki, og tí hingu Føroyar væl í. Tað komu bert átta mál inn hjá Gyltu Djurhuus á Neystabø, sum sjálv hevði seks bjargingar. Verjan hekk væl saman, og spaniólar leitaðu eftir loysnum; oftast endað tað við vongskotum og skotum mitt fyri, og Føroyar fangaðu eisini nakrar bóltar.
Gylta á Neystabø hevði - eins og í gjár móti Rumenia - nakrar stórbjargingar serliga fyri stegðin (Mynd: HF Montenegro/Vuc Raicevic)
Ein góð mynd uppá dystin: Elisa Joensen og Agatha Kjærbek Djurhuus stríðast væl í rætt í miðverjuni og vinna bóltin (Mynd: HF Montenegro/Vuc Raicevic)
Nakrar útvísingar órógvaðu - tvær av teimum kunnu koma undir bólkin "óskiljandi at tær vórðu dømdar".
Trupulleikin hjá Føroyum var, at bert seks mál komu á talvuna fyri steðgin. Fimm vóru í álopinum - eitt var eftir fangaðan bólt og kontra. Tað tók eisini yvir tjúgu minuttir at koma uppá trý mál.
Kropsliga sterka spanska verjan, sum eisini var ágangandi og oftast álopskend við høgum 2'arum ella nærum í 3-3, órógvaði nógv, og tískil komu fleri villur og kroyst skot. Goundo Cissokho var eisini stinn í málinum. Hon varð dagsins spælari hjá Spania við samanlagt 12 bjargingum (44,4 prosentum)
Hóast hetta skal tað vera staðfest, at føroyska álopsspælið til tíðir í serliga 1. hálvleiki var syndarligt. Tað var nærum í sansaloysi í løtum, spælarar bjóðaðu ikki nóg væl av, og vantandi loysnir/skeivt val av loysnum settu dám á.
Glottar vóru, og teir fyrstu umleið 18 minuttirnar av 2. hálvleiki var tað væl betri. Tað var meira beinleiðis, við ferð og við slagkraft. Ró Reginsdóttir stóð fyri tí mest av hesum. Hon var ikki tøk í gjár, men skoraði fýra mál í dag (føroyskur toppskjútti), vann brotskøst, trekti útvísingar og varð vald til dagsins føroying. Dagsins spælari í gjár, Marta Agnarsdóttir Højgaard, kom eisini inn við líknandi brigdum eina løtu.
Ró Reginsdóttir (nr.9) var tann vandamesta í føroyska álopinum (Mynd: HF Montenegro/Vuc Raicevic)
Spania fóru frá - koma koma ikki viðari
Samanlagt var tað tó ikki nóg mikið í álopinum í dag - 16 mál uppá 60 minuttir - meðan tað gekst væl hjá Spania at skora eftir steðgin. Hetta hóast føroyska verjan og Anita Dahl í málunum eina løtu nærum stongdu. Munurin í 2. hálvleiki gjørdist ongantíð minni enn tvey mál, og seinastu løtuna fór Spania frá, eins og Rumenia gjørdi í gjár. Tá kom aftur meira stígur í hjá Føroyum, sum eisini brendi heldur nógv.
Man skal minnast til, at hetta eru sterk lið og sum heild betri verjupartar enn vanligt, sum føroysku spælararnir møta í EM-endaspælinum. Tað krevst tilvenjing og nakað eyka. Í løtum, serliga í gjár, hevur tað eydnast at knekka kotuna, men tað skal meira til við bólti, enn vit sóu í dag, á stóra pallinum.
Verjan hekk samanlagt betri saman í dag. So er spurningurin, hvussu Føroyar loysa uppgávuna leygardagin móti hægst styrkismetta liðnum í bólkinum, Týsklandi (klokkan 13.30). Hetta verður seinasti bólkadysturin hjá Føroyum, og tað er nú greitt, at liðið ikki kemur víðari í EM. Tað varð heldur ikki væntað av lægst styrkismetta liðnum í bólki D, sum í næstu viku skal spæla plaseringsdystir.
U19 EM hjá kvinnum
2. umfar - í dag, hósdagin 10. juli í Podgorica
Føroyar - Spania 16-23 (6-8)
Dystargongdin:
5 min: 0-2
10 min: 1-2
15 min: 2-3
20 min: 2-5
25 min: 3-6
30 min: 6-8
35 min: 9-11
40 min: 10-14
45.min: 13-16
50 min: 14-18
55 min: 15-22
60 min: 16-23
Føroysku málskjúttarnir:
Ró Reginsdóttir 4 - Dagsins spælari hjá Føroyum
Rakul Borgarlíð Joensen 3 (2)
Mira Bendix Laursen 2
Silja Geirsdóttir Eystberg 2
Rakul Christiansen 1
Marta Agnarsdóttir Højgaard 1
Agatha Djurhuus 1
Katrin Hansen 1
Sára Berg á Lag 1
Bjargingar:
Gylta Djurhuus á Neystabø 7
Anita Dahl 5
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald