Fótbóltur

U19: Føroyar og Ísland spældu javnleik á Svangaskarði

Heini Fossdalsá Sørensen og Jørgen Nielsen skoraðu málini fyri Føroyar. Ísland javnaði til 2-2 við brotssparki miðskeiðis í 2. hálvleiki.

(Mynd: Bjarni Enghamar / FSF)

(Mynd: Bjarni Enghamar / FSF)

2021-06-06 17:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í mjørkanum á Svangaskarði spældu U19-landsliðini hjá Føroyum og Íslandi ein tættan venjingardyst.

Íslendingar komu á odda eftir 28 minuttir, eftir gjøgnumbrot og innlegg úr vinstru, ið føroyska verjan ikki handfór nóg væl. Tað gingu tó bert fýra minuttir, so svaraðu Føroyar aftur. Eftir gott spæl fekk Heini Fossdalsá Sørensen fatur á bóltinum beint uttan fyri brotsteigin íslendska brotsteigin, nakað til venstru. 17-ára gamli FC Midtjylland-leikarin tók eitt trekk og sendi bóltin væl niður í longra málhorn til 1-1.

Føroyar spældu betri løtuna fyri stegðin og komu eisini væl út til 2. hálvleik, har okkara eisini løgdu seg á odda. Tá ein tími var leiktur legði liðið hjá Sigfríði Clementsen seg eisini á odda. Liðformaðurin Bergur Poulsen úr Víkingi breyt ígjøgnum í høgru og legði innfyri, har Jørgen Nielsen avsluttaði væl. 2-1 og so varð áleyparin úr NSÍ stórliga fagnaður.

Leiðslan helst tíverri ikki. Løtu seinni varð eitt heldur tunt brotsspark dømt móti júst Jørgeni í samband við eitt hornaspark. Tað varð umsett til eitt útjavnandi mál, og seinna helmingin av hálvleikinum var tað Ísland, ið var omaná, men ungu føroysku menninir stóðu væl ímóti.

Íslendska U19-landsliðið spældi eisini 2-2 javnleik móti føroyska U21-landsliðnum , tá liðini hittust hósdagin á Svangskarði. Tað er heldur ikki vanligt, at føroysku ungdómslandsliðini "fáa stig" móti Íslandi so talan er um gott úrslit.

Venjingardystur
Svangaskarð, 06.06
Føroyar - Ísland 2-2 (1-1)
28' 0-1
32' Heini Fossdalsá Sørensen 1-1
60' Jørgen Nielsen (Bergur Poulsen) 2-1
68' 2-2 (br.)

Føroyar (4-4-1-1) Hans Jákup Arngrímsson (Víkingur) - Bergur Jákupsson Poulsen (Víkingur) , Elias Rusborg (Hvidovre BK), Mathias Weihe Joensen (B36)  Jákup Norðoy Vilhelmsen - Martin Agnarsson (B36), Bogi Hentze (B71), Emil Weihe Joensen (ÍF), Olaf Bárðarson (Víkingur) - Heini Fossdalsá Sørensen (FC Midtjylland) - Jørgen Nielsen 

Í seinna hálvleiki komu hesir eisini á vøllin: 
Tóki á Lógv (KÍ), Fríði á Borg (B36), Beinir Nolsøe (NSÍ), Fríði í Túni Petersen (B68)  Jákup Hummeland, Filip Kruse Johansen (EB/Streymur)

Venjarar: Sigfríður Skaale Clementsen og Djóni Nolsøe Joensen


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder