FSF: – Vit stýrdu spælinum í fyrra dystinum, men høvdu trupult við at skapa stórar málmøguleikar í nógva hitanum. Litava fekk harafturímóti tvey heppin mál tann dagin, og hóast vit stríddust væl og domineraðu seinna hálvleik, so fingu vit bara tað eina málið og harvið bleiv tað eitt keðiligt og óuppiborið tap, sigur hann.
Í seinna dystinum hilnaðist betur. Dystargongdin líktist henni í fyrra dystinum, har føroyska spælið gekk væl, og nú eydnaðist eisini betur at skapa stórar málmøguleikar, meðan litavsku vertirnir ongantíð veruliga megnaðu at hóttta. Forloysandi málið lat tó bíða leingi eftir sær.
Men umleið eitt korter fyri leiklok varð Astrid Mittfoss feld í litavska brotsteignum. Anna Brændstrup varð sett at skjóta brotsspark, og so var 1-0 til Føroyar, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið.
Sigursgleðin var sum vera man stór, og eftir dystin er tað eisini ein errin landsliðsvenjari, sum rósar sínum spælarum.
– Leikararnir eiga stórt rós uppiborið fyri at halda høvdið kalt og blíva við at trúgva uppá tað. Tær spældu eftir ætlanini alla tíðina, og í dag (sunnudagin, red.) gav tað eitt væl uppiborið úrslit, sum vit eru sera glaðar fyri, sigur Pætur S. Clementsen.
Dystirnir móti Litava eru liður í fyrireikingunum til EM undankappingina í oktober, har Føroyar á fyrsta sinni eru at finna í A-deildini. Í bólkaspælinumskulu føroysku genturnar spæla móti Belgia, Írlandi og Hollandi, og góðu royndirnar seinastu dagarnar muna sera væl í fyrireikingunum, sigur landsliðsvenjarin.
– Vit hava spælt hópin saman bæði á og uttanfyri vøllin, og hetta hevur verið ein góð fyrireiking fram móti EM. Tá verður mótstøðan ein heilt onnur, men vit gleða okkum at sleppa at royna okkum móti so mætum tjóðum sum Hollandi, Írlandi og Belgia, sigur Pætur S. Clementsen at enda.
U19 landsliðið skal sum nevnt spæla EM undankapping í Belgia 23.-31. oktober, og tá skulu Føroyar spæla móti Belgia, Hollandi og Írlandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald