Fótbóltur

U19: Hópurin til EM-undankappingina er úttikin

Víkingur er best umboðað við fimm spælarum av teimum átjan. Føroyar skulu spæla móti Spania, Eysturríki og Kosovo í Kosovo um miðjan november.

Sum heild nógvir spennandi spælarar í hópinum. Nógvir teirra vóru á venjingarlegu og spældu venjingardystir í Spania í september (Mynd: fsf.fo)

Sum heild nógvir spennandi spælarar í hópinum. Nógvir teirra vóru á venjingarlegu og spældu venjingardystir í Spania í september (Mynd: fsf.fo)

2024-10-24 08:48 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrst Spania og síðani Eysturríki og Kosovo. Heri vera føroysku mótstøðulondini, tá U19-landsliðið við dreingjum um ein lítlan mánað fer til Pristina í Kosovo, har bólkur J í EM-undankappingini er á skránni.

Fótbóltssamband Føroya boðar nú frá, at hópurin er úttikin.

Tað er Øssur Hansen, er høvuðsvenjari hjá U19-dreingjunum. Saman við hjálparvenjaranum André Olsen, hevur hann sett navn á teir 18, ið eru boðsendir til komandi landsliðsuppgávur.

- Fimm leikarar koma úr Víkingi, tveir spæla fyri ávikavist 07 Vestur, HB og TB, meðan FC Suðuroy, EB/Streymur, B36, AB, Skála og B68, umframt Kristiansund IL í Noregi, eru umboðað við einum spælara í part á U19-landsliðnum hesaferð, skrivar FSF.

Tað gongst væl hjá Víkingi í hesum døgum, og her eru bæði ein Betrideildarspælari (Árni Nóa Atlason), 1. deildarspælarar og U17-spælarar - summir spæla eisini fyri tvey av hesum. Síðstnevnda liðið hevur vunnið greipuna, hini FM, og harvið eru fleiri av hesum, sum hava havt góð kappingarár.

[object Object]
Arnór Brandsson í U17-dysti fyri Víking. Hann er á fyrsta sinni á U19-landsliðnum (Mynd: Víkingur)

[object Object]Árni Nóa Atlason og Mattias Hellsidal í nærdysti. Báðir fara helst at fáa stóran leiklut til U19-dystirnar í november (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Sí eisini: 
Víkingur vann greipuna og skal í Youth League
Endaðu fremst í 1. deild og í Betrideildini

Tveir ungir mans, sum royna at vinna TB uppflyting eru við. Tað er fyrsti málverji hjá uppflutta FC Suðuroy eisini, og so spælarar sum Jónas Prior (07 Vestur), Bartal Páll Klein (B68) og serliga Virgar Jónsson (EB/Streymur), sum hava havt størri leiklutir í Betrideildini í ár.

Síðstnevndi og Mattias Hellisdal úr B36 fingu sítt gjøgnumbrot í Betrideildini longu í 2023, og Mattias, sum er tekniskt gávaður miðvallari, hevur lagt uppá í sínum spæli aftur í ár.

[object Object]
Virgar Jónsson sum 16-ára gamal í fjør. Spennandi og orkuríki vinstrabeinti spælarin hevur aftur tikið stór fet í ár, og skoraði hann tvær ferðir á Svangaskarði sunnudagin (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Aron Benjaminsen er einasti spælarin, ið til dagliga er uttanfyri landoddarnar, og er helst allarmest spennandi álopskenda kortið. Kristiansund, sum er kent fyri at menna ungar spælarar, keypti vinstrabeinta vongin úr Skála síðsta vetur. Aron er í yngra árganginum (2007) Teir flestu eru annars føddir í 2006.

Føroyar leggja fyri ímóti Spania mikudagin 13. november, tríggjar dagar seinni møtast Føroyar og Eysturríki, og týsdagin 19. november eru vertirnir Kosovo. Tað er helst á pappírinum besti møguleikin at fáa stig í kappingini.

Hópurin
Sámal á Steig, 07 Vestur
Rasmus Olsen, FC Suðuroy

Vírgar Jónsson, EB/Streymur
Jónas Prior, 07 Vestur
Ingi Arngrímsson, Víkingur
Torkil Jespersen Holm, TB
Bjørn Bjarkhamar, Víkingur
Jósef Ólavsson, Víkingur
Árni Nóa Atlason, Víkingur
Mattias Hellisdal, B36
Arnór Brandsson, Víkingur
Baldur Niclasen, HB
Sjúrður Henriksen, AB
Aron Benjaminsen, Kristiansund IL (Noreg)
Markus Isaksen, Skála
Bartal Páll Klein, B68
Djóni Samuelsen, HB
Aron Arnoldsen, TB

Dystaskráin
13. nov. Spania – Føroyar
16. nov. Eysturríki – Føroyar
19. nov. Føroyar – Kosovo

Liðið hevur fleiri venjingar frá í næstu viku.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder