Fótbóltur

U19: Sigfríður úttikið 25 leikarar til venjingardystin móti Íslandi

Dysturin verður á Svangaskarði 6. juni - talan er um fyrsta hópin, sum nýggi landsliðsvenjarin hevur tikið út. Tíggju føroysk feløg eru umboðaði. Seks leikarar spæla til dagliga í Danmark.

Poul Kallsberg, her í nærdysti við NSÍ-leikara í fjør har hann veruliga gjørdi vart við seg, er júst komin aftur til Føroyar eftir royndarvenjing við Lazio í Rom (Mynd: Jens Kr. Vang)

Poul Kallsberg, her í nærdysti við NSÍ-leikara í fjør har hann veruliga gjørdi vart við seg, er júst komin aftur til Føroyar eftir royndarvenjing við Lazio í Rom (Mynd: Jens Kr. Vang)

2021-05-26 17:59 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sunnudagin 6. juni tekur føroyska U19-landsliðið við dreingjum ímóti Íslandi. Talan er um venjingardyst, sum verður spældur á Svangaskarði.

Hetta skrivar FSF á heimasíðu sínari.

Sigfríður Skaale Clementsen varð fyrr í ár settur sum høvuðsvenjari hjá U19-dreingjunum. Hann hevur, saman við hjálparvenjaranum Djóna Nolsøe Joensen,  úttikið 25 spælarar til landsdystin móti íslendingum.

Hópurin
Hans Jákup Arngrímsson, Víkingur
Fayo Kruse, EB/Streymur
Marius Kruse, HB Køge (Danmark)
Bergur Jákupsson Poulsen, Víkingur
Filip Kruse Johannesen, EB/Streymur
Eiler Fróðason, 07 Vestur
Elias Rusborg, Hvidovre BK (Danmark)
Mathias Weihe Joensen, B36
Mathias Mohr Johnsson, SfB Oure (Danmark)
Símun Kalsø, KÍ
Fríði í Túni Petersen, B68
Fríði á Borg, B36
Jákup Norðoy Vilhelmsen, KÍ
Martin Agnarsson, B36
Poul Kallsberg, Skála
Heini Fossdalsá Sørensen, FC Midtjylland (Danmark)
Emil Weihe Joensen, ÍF
Beinir Nolsøe, NSÍ
Bogi Hentze, B71
Richard Højgaard de Franca, Holbæk B&I (Danmark)
Tóki Hanusarson á Lógv, KÍ
Jákup Andrias Thomsen, Víkingur
Olaf Bárðarson, Víkingur
Jørgen Nielsen, NSÍ
Jonathan Lassesen, HB Køge (Danmark)

Sum sæst eru tíggju ymisk feløg í Føroyum umboðaði. Harafturat eru seks leikarar, ið til dagliga spæla í Danmark. Harímillum er Heini Fossdalsá Sørensen, sum er uppvaksin í HB, og sum veruliga hevur gjørt vart við seg í stórfelagnum FC Midtjylland. 

Samuel Johansen Chukwudi og Áki Debes Samuelsen - báðir úr HB - hava U19-aldur, men eru úttiknir til U21-landsliðið, sum fyrst í komandi mánaði eisini skal spæla venjingardysti móti Íslandi á Svangaskarði, áðrenn Armenia er á skránni í EM-undankappingini.

Í november mánað skulu U19-dreingirnir til EM-undankapping í Grikkalandi, har rættuliga sterk mótstøða bíðar. Hini bæði londini í bólkinum eru Týskland og Russland.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder