2022-07-18 11:27
U20 menninir sum í EM-endaspælinum í Porto hava framt eitt bragd fyri og annað eftir verða stórliga fagnaðir á ráðhústrappuni á Vaglinum í kvøld.
Tað verður klokkan 18, at almenn móttøka verður.
Við góðu úrslitinum hava U20 menninir tryggjað sær luttøku til HM í 2023 fyri U21 lið, umframt tryggjað einum komandi U20 landsliði luttøku til EM-endaspælið í 2024.
Øll eru vælkomin, sigur Tórshavnar kommuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald