Føroyar vóru sannførandi, og vístu at teir hoyra heima hægri EM-kappingini, hetta við einum knúsandi 42-26 sigri á Italia í dag. Føroyar vóru flúgvandi í fyrra hálvleiki og vóru frammanfyri heili 23-12 við steðgin. Við hesum skulu teir spæla um 17. pláss í EM-endaspælinum í morgin.
Føroyska liðið var skert undan dystinum í dag. Bert 14 av teimum 16 leikarunum í hópinum vóru tøkir. Tróndur Johnsson bleiv skaddur í knænum undir venjing eftir fyrsta dystin í kappingini, og Høgni Højsted meiddi sær økslina í dystinum móti Spania. Hetta nervaði tó ikki føroyska liðið. Okkara vóru flúgvandi frá byrjan og vóru á odda 9-4 eftir 10 minuttir. Føroyska liðið spældi frálíkt 7 móti 6 spæl í álopinum og skutu heili 23 mál í fyrra hálvleiki. Samanspælið í bakketuni millum Óla Mittún, Trúgva Hávardsson og Høgna Heinason sat sera væl í dag og teir funnu eisini Ísak Vedelsbøl á strikuni sera væl. Torstein Sivertsen byrjaði í føroyska málinum í dag og hann spældi eisini framúr væl við einum bjargingarprosentið á 43. Føroyar vundur burturúr Italia í fyrra hálvleiki við 23-12.
Við stóra málmuninum var dysturin longu avgjørdur í hálvleikinum. Hetta var eisini eyðsýnt, tá føroysku venjararnir tóku time-out eftir 40 minuttir og tillagaðu uppstillingina. Fleiri av leikarunum, sum hava spælt mest í kappingini, vóru hvíldir, og vóru aðrar uppstillingar royndar. Italia hevði ikki meira at bjóða og øktu okkara um leiðsluna upp í 16 mál seinastu 20 minuttirnar. Føroyar vunnu dystin 42-26.
Eftir dystin var strikuleikarin hjá Føroyum, Ísak Vedelsbøl, kosin til besta leikara hjá Føroyum í dystinum. Hann var eisini toppskjútti við átta málum. Við sigrinum í dag hava Føroyar vunnið rættin at spæla um 17. pláss í EM-endaspælinum. Tann dysturin verður í morgin kl. 18 móti Sveis, sum Føroyar eisini vunnu ímóti í fyrsta dystinum í kappingini, 30-29.
Dystargongdin Føroyar – Italia
5 min. 4-1
10 min. 9-4
15. min. 14-7
20 min. 17-9
25 min. 20-10
30 min. 23-12
35 min. 28-15
40 min. 33-18
45 min. 36-19
50 min. 37-22
55 min. 40-24
60 min. 42-26
Málskjúttar hjá Føroyum:
Ísak Vedelsbøl 8
Óli Mittún 6 (3)
Høgni Heinason 5
Óla Jákup Gaard Olsen 5
Tóki Fríðriksson 4
Jákup Egholm 3
Helgi Poulsen 3
Trúgvi Hávardsson 3
Niklas Gaard 2
Rói Seyer Hjaltason 1
Búi Poulsen 1
Málverjar:
Aleksandar Lacok 13 min., 3 bjargingar, 50%
Torstein Sivertsen 47 min., 14 bjargingar, 43%
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald