Klokkan 12 í dag skulu føroysku U20 hondbóltsdreingirnir aftur í dyst í EM-kappingini í Porto.
Nú snýr tað seg um millumumfarið, har liðini, ið gjørdust nummar trý og fýra í innleiðandi umførunum kappast.
Føroyar og Slovenia eru komin í bólk saman við Polandi og Noregi, sum gjørdust ávikavist nummar trý og fýra í bólki A, har Portugal og Spania komu víðari í víðari kappingini um evropameistaraheitið.
Poland endaði við tveimum stigum. Teir vunnu 32-26 á Noregi, men taptu 31-41 fyri Portugal og 32-41 fyri Spania. Noreg tapti allar sínar innleiðandi dystir umframt 26-32 móti Polandi gjørdist tað til 25-38 móti Spania og 26-35 móti Portugal.
Føroyar hava eins og Noreg einki stig við sær í millumumfarið, meðan Poland og Slovenia hava tvey stig við sær fyri sigurin á ávikavist Noreg og Føroyum.
Nummar eitt og tvey í millumumfarinum skulu síðan dystast um plaseringarnar frá 9 til 12, meðan fýrararnir skulu kappast um plássini frá 13 til 16.
Føroyar spæla móti Noregi í dag klokkan 12 og aftur móti Polandi í morgin klokkan 12. Kringvarpið vísir dystirnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald