Fótbóltur

U21 byrjar heima móti Kasakstan

Føroyar komu í bólk saman við Spania, Ísrael, Kasakstan, Makedónia og Montenegro í EM-undankappingini.

Mynd: Heri Joensen

Mynd: Heri Joensen

2018-12-11 12:11 Author image
Ari av Rana
placeholder

6. juni komandi ár spælir føroyska U21-landsliðið fyrsta dystin í næstu EM-undankapping. Týsdagin var lutakast í Nyon í Sveis, og har háttaði tað seg soleiðis, at Føroyar komu í bólk 6, saman við Spania, Ísrael, Kasakstan, Makedónia og Montenegro.

Tilsamans tíggju dystir skulu spælast. Fimm í 2019 og aftur fimm dystir í 2020. Føroyska liðið leggur fyri á heimavølli tann 6. juni, tá kasakar koma á vitjan, skrivar FSF á heimasíðuni.

Skráin

2019

6. juni 2019 Føroyar – Kasakstan

6. september 2019 Montenegro – Føroyar

10. september 2019 Makedónia – Føroyar

15. oktober 2019 Ísrael – Føroyar

19. november 2019 Føroyar – Makedónia

2020

26. mars 2020 Føroyar – Spania

31. mars 2020 Føroyar – Montenegro

2. September 2020 Føroyar – Ísrael

8. oktober 2020 Spania – Føroyar

13. oktober 2020 Kasakstan – Føroyar

placeholder
placeholder