
Tveir dystir, tveir 2-1 sigrar og harvið seks stig.
Soleiðis sær út hjá føroyska U21-landsliðnum, sum aftur í kvøld skal spæla EM-undankappingardyst.
Hann verður í Luksemborg í kvøld klokkan 18.30 føroyska tíð.
Menninir hjá Ólavi Mikkelsen skulu royna at halda góðu gongdini. Teir hava havt rímiliga góða tíð at fyreika seg: Sigurin á Íslandi í Reykjavík var hóskvøldið, og liðið kom uppá pláss í Luksemborg fríggjakvøldið.
Sí hæddarpunktini úr Reykjavík og les meira her
Sí eisini: Áki Samuelsen: - Hetta staðfestir at komandi ættarlið er gott
Føroyski hópurin er spennandi. Tobias Hansen hevur avloyst leikbannaða Jóhan Josephsen í hópinum.
Sí eisini: Føroyingar fara til Luksemborg við fullari skjáttu og stórum sjálvsáliti
Luksemborg er ikki tað, sum tað var fyrsta partin av hesari øldini: Tað vil siga ein av allarveikastu evropeisku fótbóltstjóðunum.
Lítla landið hevur ment seg. Hetta hongur millum annað saman við góðari fíggjarstøðu, miðvísum arbeiði og so sanniliga eisini tí at Luksemborg hevur seinastu árini "tjóðartikið" nógvar spælarar.
Tað vil siga, at spælarar við ættarbondum og uppruna úr nógvum ymiskum londum, nú umboða Luksemborg. Hetta sá man eisini, tá A-landsliðini hjá Føroyum og Luksemborg hittust í Nations League í 2022 (0-1 á Tórsvølli og 2-2 í Luksemborg).
Heimaliðið stendur eisini sum favorittur í kvøld. Luksemborg hevur havt góð úrslit í venjingardystunum men hevur ikki spælt kappingardyst í á 2025. Liðið skuldi spæla móti Fraklandi í seinastu viku, men spælarabussurin hjá Luksemborg-liðnum koppaði á veg til dyst. Tíbetur kom eingin av álvara til skaða, men dysturin varð útsettur vegna skelkin hjá spælarunum.
Í kvøld skulu føroyingar stríðast í Esch. Um tað eydnast at vinna, so standa Føroyar í ógvuliga góðari støðu í bólkinum. Dysturin sæst á Rás1 hjá Televarpinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald