
Fyri triðju ferð í søguni skulu Føroyar spæla U21 HM endaspæl í manshondbólti. Fyrstu ferð var í 2017 í Algeria, og aðru ferð var í Týsklandi í 2023. Nógvir spælarar, ið vóru við til hesi endaspølini, myndað nú føroyska A-landsliðið, og tað stendur seg heilt væl.
Tríggir spælarar á hesum U21-landsliðnum eru A-landsliðsspælarar. Óli Mittún hevur verið tað síðani á heysti 2022, tá hann var 17-ára gamal, og er stórur profilur longu. Ísak Vedelsbøl fekk sítt gjøgnumbrot á strikuni og í miðverjuni í júst farnu EM-undankapping, og Aleksandar Sasha Lacok hevði sínar góðu løtur í málunum, tá hann avloysti Paula Jaobsen.
Allir eru yrkisspælarar uttanlands. Búi Djurhuus Poulsen er eisini í danska Grindsted, onkur ella onkrir eru á veg útum landoddarnar, og fleiri eru profilar í Føroyum; millum annað ársins spælari í Burn-deildini Høgni Heinason hjá H71 og Trúgvi Hávardsson hjá StÍF.
Les meira um hópin her: Føroyar farnar til endaspælið við sterkum og spennandi hópi
Sí eisini: Óli Mittún: - Fantastiskt at fáa ein seinasta dans saman við góðu vinmonnunum
Føroyingar vistu ikki so nógv um norðurmakedónska liðið áðrenn ítøkiligu fyrireikingarnar til hendan dystin. Tó vita teir í leguni nú, at man kann vænta eitt kropsligt sterkt mótstøðulið.
Ivan Galevski í málinum kann gerast ein marra fyri føroyingar - tað var hann fyri fleiri í U20 EM-endaspælinum í fjør, har Norðurmakedónia sum heild lat fá mál inn. Galevski er ein fýra spælarum, sum hava verið knýttir at A-landsliðnum, sum koppaði Føroyum í HM-undankappingini í fjør.
Norðurmakedónia gjørdist nummar níggju til EM hjá árgangunum í fjør, har liðið vann tepurt á millum annað Póllandi, Ungarn og til seinast Fraklandi, sum var í dystinum um 9. plássi - Frakland vann tó eisini á Norðurmakedónia fyrr í endaspælinum. Høgri bakkurin Uzunchev var greiður toppskjútti tá hjá norðurmakedónum, og honum fara føroyingar at halda vakið eyga við í dag.
Rumenia og Ísland seta hol á bólkin longu klokkan 10.45. Tvey av fýra liðum koma víðari til meginumfarið, og roknast kann við spennandi bólki. Føroyar skulu helst hava stig beinanvegin fyri at vera í góðari støðu.
Dysturin í sunnara parti av Póllandi byrjar klokkan 13 føroyska tíð kann stroymast her. Portalurin fer eisini at hava beinleiðis blogg og ymiskt úr Katowice.
Innleiðandi leiksskráin hjá Føroyum sær soleiðis út:
Í dag, mikudagin 18. juni kl. 13.00 Norðurmakedonia – Føroyar
Í morgin, hósdagin 19. juni kl. 10.45 Føroyar – Ísland
Leygardagin 21. juni kl. 10.45 Rumenia – Føroyar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald