Fyrr í dag staðfesti Fótbóltssamband Føroya, at Håkan Ericson ikki longur er høvuðvenjari hjá A-landsliðnum. Eftir nærum fimm ár í starvinum varð nú mett, at samlaða úrtøkan seinastu tíðina ikki er nøktandi og best er at fáa nýggjar kreftir.
Fyribils loysnin er funnin innnanhýsis. Eyðun Klakstein og Atli Gregersen hava sáttmála við FSF, og høvdu teir í gjárkvøldið seinasta dystin í U21-undankappingini: Føroyar vunnu 1-0 á Hvítarusslandi á Tórsvølli og endaðu harvið við 10 stigum í EM-undankappingini.
Sí eisini:
U21 endaði við góðum sigri
Myndir: Føroyar - Hvítarussland
U21 endaði fyri triðju ferð við tvísiffraðum tali
Í dag stóð teimum ein nýggj uppgáva í boði:
- Ístaðin hevur FSF gjørt avtalu við Eyðun Klakstein og Atla Gregersen, um at standa á odda fyri manslandsliðnum til UEFA Nations League dystirnar, sum verða á útivølli um ein mánað.
Meira enn hetta skrivaði Fótbóltssambandið ikki um nýggju fyribils setanina. Har vera heldur ikki viðmerkingar frá nýggja venjaratoyminum enn um støðuna.
FSF-forsetin Christian Andreasen segði tó í Kringvarpinum fyrr í kvøld, at teir skulu útum Føroyar at hava stig.
Hetta er eisini neyðugt, um Føroyar ikki skulu enda aftast í Nations League-bólkinum (í næstniðastu deildini) og í besta lagi spæla upp-og niðurflytingardystir í mars 2025.
Støðan í bólkinum eftir dystin:
1. Norðurmakedónia 10 stig
2. Armenia 4 stig
3. Lettland 4 stig
4. Føroyar 3 stig
Seinastu tveir dystirnir eru ávikavist í Armenia 14. november og í Norðurmakedónia 17. november.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald