Fótbóltur

U21-leikarar hjá 07 Vestur raktir av koronu

Felagið boðar frá, at allar venjingar eru avlýstar, til greiða er fingin á, hvussu smittustøðan er.

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

2021-06-03 15:07 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tríggir U21-leikarar hjá 07 Vestur hava fingið staðfest koronu. Tað skrivar felagið í fráboðan á Facebook.

Felagið hevur tí, fyri at binda um heilan fingur, valt at avlýsa allar venjingar hjá felagnum, til greiða er fingin á, hvussu smittustøðan er.

Í fráboðanini heitir 07 Vestur á øll, sum eru virkin í felagnum um at vísa varsemi, at taka neyðug atlit, um tey hava minsta illgruna um smittu ella sjúkutekin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder