Tá ein undankapping hjá U21 byrjar eru ógvuliga nógvir ósvaraðir spurningar. Tveir árgangir eru burtur, og harvið er nógv útskifting. Nýggir leikarar skulu eisini spælast inn á føroyska liðið hesuferð, men fleiri ið gjørdi vart við seg í seinastu undankapping, eru eisini við hesuferð. Millum aðrar Magnus Holm Jacobsen og Stefan Radosavljevic á sentrala miðvøllinum, Lukas Giessing á kantinum og Samuel Ckukwudi í miðverjuni.
Samuel fyllur átjan seinni í mánaðinum, og er harvið millum teir heilt ungu, ið spælir U21-landsliðsfótbólt. Hann verður ikki saman við Andriasi Edmundsson í miðverjuni í kvøld. Andrias hevur eitt brot í fótinum - nakað ið sum skilst varð varnast við skanning, eftir at toftamaðurin í sponskum fótbólti møtti í Føroyum í samband við U21-dystirnar, og nakað ið heldur honum frá fótbólti í nakrar vikur.
Samuel Chukwudi í miðjuni saman við Andriasi Edmundssyni eftir sigurin í Kasakstan í november - hetta var seinasti U21-landsdystur hjá Daniel Johansen, uttast til vinstru. Ólavur Niclasen, uttast til høgru, er eisini ov gamal til U21 (Mynd: Fótbóltssamband Føroya)
Bagge, her í viðtalu við Portalin eftir sín fyrsta dyst sum U21-landsliðsvenjari, hevur vunnið helmingin av dystunum í sessinum
Um skaðin hjá Andrias verður ein stórur smeitur fyri liðið í kvøld, fáa vit at síggja. Eftir at Sámal Erik Hentze tók yvir mitt í seinastu undankapping vunnu Føroyar tríggjar útav seks dystum og eru sambært veddingarfyritøkunum ein lítil favorittur í kvøld.
Á armenska liðnum eru eisini broytingar til hesa undankappingina, men seinastu úrslitini á serliga útivølli benda eisini á føroyska favorittleiklutin. Armenia hevur tapt tíggju útav sínum seinastu ellivu dystum - bert vunnið á Luksemborg á heimavølli - og var fyri dyggum ósigrum á útivølli í seinastu undankapping: 6-1 í Íslandi, 6-0 í Italia og heili 10-0 í Svøríki. Eisini tapti Armenia 6-0 í venjingardysti í Slovakia í 2019.
Tvær ferðir hevur føroyska U21-landsliðliðið spælt javnleik, tá liðið hevur havt byrjanardystin í Føroyum. Tað var í 2011 - Norðurírland í Gundadali - og í 2013 Men í 2015 og 2019, tá Føroyar høvdu heimadyst, og mett var at møguleikin fyri sigri var góður, endaði tað við tapi.
Yvirlit yvir fyrsta dystin í hvørjari undankapping hjá U21 higartil:
2007: Kroatia - Føroyar 2-0
2009: Rumenia - Føroyar 4-0
2011: Føroyar - Norður Írland 0-0
2013: Føroyar -Rumenia 2-2
1-0 Gunnar Zachariassen
2-2 Poul Ingason
2015: Føroyar - Aserbadjan 0-1
2017: Litava - Føroyar 0-3
2019: Føroyar - Kasakhstan 1-3
1-2 Stefan Radosavljevic
Tøl: FaroeSoccer
Fyrsta bríksl á Svangaskarði í kvøld verður klokkan 17.30. Eingin almenn atgongd er til dystin, ið kann síggjast á Rás1. FM1 hevur beinleiðis frásøgn, og Portalurin verður á staðnum við myndatólinum, við livescore og tekur samanum dystin aftaná.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald