Fótbóltur

U21: Trúgva uppá at fáa stig aftur móti Fraklandi

Áki Samuelsen spældi 96 minuttir í minniliga 1-1 javnleikinum í 2021, meðan Mattias Hellisdal var millum áskoðarnar í Gundadali. Klokkan 17 í Klaksvík skulu teir royna at gera tað aftur - FM1 sigur frá.

Steffan Løkin skoraði serstakt mál, sum tryggjaði javnleik móti Camavinga og teimum í regninum (Mynd: Bjarni Enghamar/FSF)

Steffan Løkin skoraði serstakt mál, sum tryggjaði javnleik móti Camavinga og teimum í regninum (Mynd: Bjarni Enghamar/FSF)

2025-10-10 11:41 Author image
Agnar Prestá
placeholder

 - Tað var ein sera harður dystur, har vit aftaná kundu feira eitt flott úrslit saman. Giti allir minnast aftur á tann dystin, og hugsa at tað ber til at fáa úrslit aftur.

Soleiðis sigur Áki Samuelsen, tá Portalurin biður hann minnast aftur á 1-1 javnleikin móti Fraklandi fyri beint yvir fýra árum síðani.

Eitt av stóru U21-úrslitunum, tað størsta um hugsað verður um mótstøðulið, kom til høldar 6. september í 2021. Tá var núverandi U21-landsliðsliðformaðurin bert 17-ára gamal, men hann spældi í 96 minuttir móti Eduardo Camavinga (Real Madrid) og hinum fraklendingunum.

[object Object]Føroyska liðið móti Fraklandi hendan minniliga dagin í Gundadali. Áki Samuelsen sæst við 13-talinum næstuttast til høgr (Mynd: Bjarni Enghamar) 

Afturat Áka Samuelsen var ein afturat av núverandi U21-spælarunum við hendan dagin: Heini Fossdalsá Sørensen kom inn fyri málskjúttan Steffan Løkin í 62. minutti. Heini og Áki eru javngamlir - føddir í 2004 - og vuksu teir upp í HB saman. 

Mattias Hellisdal var 15-ára gamal og fylgdi við úr B36-húsinum. Mattias minnist hetta væl, nú miðvallarin sjálvur skal stríðast við Frakland. 

- Eg var í Gundadali og sat uppiyvir bonkinum hjá Fraklandi. Tað var ein øðiliga stuttligur dystur, og tað var flott av teimum tá. Nakað sum gevur íblástur til dystin í kvøld.

Sí eisini: Mattias Hellisdal: - Vit fara eisini eftir at vinna á Fraklandi og Sveis

Málini frá dystinum síggjast her

Í kvøld skulu Mattias, Heini og Áki eftir øllum at døma spæla saman á føroyska miðvøllinum móti fronsku stjørnunum. Gestirnir hava samanlagt ógvuliga stórt virði og eru stórfavorittar í Klaksvík.

Føroyar hava tó vunnið allar sínar tríggjar dystir í undankappingini, og sjálvsáltið hjá ungu føroyingunum er harvið stórt. Bæði Áki Samuelsen og Mattias Hellisdal tosa um at fáa stig móti hægst styrkismettu liðunum í bólkinum eisini - og tað ger yngsti maðurin í hópinum eisini.

Sí eisini: Dávid ræðist ikki Goliat

FM1 sigur frá dystinum, sum byrjar klokkan 17.00. Portalurin verður eisini á staðnum og hevur ymiskt tilfar. Televarpið vísir dystin

Undankappingin til EM 2027
Fríggjadagin 10. oktober
17.00: Føroyar - Frakland

Atgongumerki kunnu keypast her

Støðan í bólkinum
1. Føroyar 9 stig (3 dystir)
2. Sveis 3 stig (1 dyst)
3. Ísland 1 stig (2 dystir)
4. Estland 1 stig (3 dystir)
5. Frakland 0 stig (0 stig)
6. Luksemborg 0 stg (1 dyst)

Dagført: 11.56

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder