
Eitt lítið samdøgur eftir søguliga stórsigurin hjá A-landsliðnum á Montenegro á Tórsvølli, hevur U21-landsliðið eina stóra uppgerð á skránni.
Sí eisini: Føroyar hava javnað stigametið - størsti kappingarsigurin
Frakland vitjar klokkan 17:00 í Klaksvík. Hetta verður fjórði dysturin í undankappingini til EM 2027. Vinna Føroyar móti hægst styrkismetta liðnum í bólkinum, hevur hetta liðið longu sett stigamet hjá U21.
Metið er ellivu stig (2009-2010), og Føroyar hava níggju stig eftir trý umfør í hesari.
Í seinasta dystinum, sum var í Luksemborg, var tað yngsti maðurin, sum skoraði einasta málið.
17-ára gamli Dávid Reynheim fegnast um, at hava nátt málinum um at koma á U21-landsliðið í ár.
Við FSF-Varpið sigur áleyparin, at hann trívist væl í Italia, og at tað gongur frammá við fótbóltinum, við málinum og øðrum. Tó er italski U17-meistarin fegin um at vera aftur í Føroyum, og hóast Frakland hevur nógvar stjørnur, so trýr HB'arin og hálvi klaksvíkingurin uppá stig aftur
Hoyr samrøðuna við Dávid Reynheim ovast ella á FSF Varpinum á Youtube
Sí eisini: Mattias Hellisdal: - Vit fara eisini eftir at vinna á Fralandi og Sveis
Føroyar og Frakland spæla klokan 17 í Klaksvík. FM1 sigur frá dystinum, sum Rás1 hjá Televarpinum annars vísir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald