Hondbóltur

U21: Vertirnir vunnu gullið

Týskland var ógvuliga sannførandi og basti Ungarn í HM-finaluni. Ísland fekk flott úrslit: Bronsusheiðursmerki eftir sigur á Serbia.

Týskarar fegnast eftir 37-30 sigurin í finaluni (Mynd: IHF)

Týskarar fegnast eftir 37-30 sigurin í finaluni (Mynd: IHF)

2023-07-04 20:04 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sunnudagin endaði HM fyri U21-landslið. Kappingin við 32 luttakandi londum byrjaði 20. juni. Týskland og Grikkaland vóru vertir - allir teir heilt avgerandi dystirnir vórðu spældir í Berlin.

Føroyar vóru millum átta tey síðstu. Tað eydnaðist ikki at koppa Serbia í fjórðingsfinaluni, men ein sigur á Kroatia sunnudagin fyrrapartin tryggjaði eitt flott og søguligt føroyskt 7. pláss.

Sí eisini føroyskt tilfar úr Berlin: 
Settu væl og virðiliga punktum
Felags um Føroyar
Myndir: Føroyar - Kroatia

Kristoffur Bjørgvin: - Hava ikki fata enn hvussu stórt hetta er

Rói Ellefsen á Skipagøtu: Hetta hevur verið fantastiskt og mennandi
Óli Mittún: Ein heilt serlig løta
Pauli Jacobsen og Mark Lausen-Marcher: Kanska tað verður klemmast eitt sindur
Barbara Høj: - Hevur verið ein heilt fantastisk ferð

Beint aftaná tryggjaði Danmark sær 5. plássið við sigri á Portugal. Føroyar taptu við trimum málum á Danmark dagin fyri.

Seinnapartin og um kvøldið varð spælt um heiðursmerki og eitt steyp í Max Schmeling høllini. Í bronsudystinum gjørdu íslendingar bart og vunnu aðru ferð í kappingini á Serbia. Hetta hóast Milos Kos, eins og ímóti Føroyum, gav Íslandi trupulleikar. Tað var tó stóri vinstri bakkurin hjá Íslandi, Þorsteinn Leó Gunnarsson, sum gjørdist toppskjútti við átta málum, og Ísland vann 27-23.

Hetta var besta úrslitið hjá íslendingum í U21 HM í hesari øldini, og tá teir komu til Reykjavíkar í gjár, skipaði hondbóltssambandið fyri stórfingnari móttøku. Tað var nær við, at Føroyar og Ísland rendu í hvørt annað í fjórðingsfinaluni.

[object Object]
"Bronsstrákarnir okkar" er heitið hjá íslendska U21-liðnum, sum tapti greitt fyri Ungarn í hálvfinaluni, men sum síðani vann á Serbia (Mynd: IHF)

[object Object]
Íslendski hópurin fekk hetjumóttøku, tá komið varð til Reykjavíkar í gjár (Myndir: handbolti.is)

Sum kappingin gekk, gjørdist tað alsamt meira greitt, at tvey lið sóu sterkari út enn hini. Týskland og Ungarn vunnu allar sínar dystir. Tey vunnu greitt í sínum fjórðingsfinalunum og stórt á ávíkavist Serbia og Íslandi í hálvfinalunum - Føroyar høvdu rent seg í týskararnar, um tað hevði eydnast at komið í hálvfinaluna. Talan var um eina øgiliga fysiska styrki hjá Týsklandi og Ungarn, umframt stórar hondbóltsdygdir á báðum liðum, men annað noyddist at lúta fyri fyrstu ferð í kappingini.

Tað var fullsett í Max Schemling-høllini, og tey flestu av teimum yvir 8.000 fólkunum kundu fegnast. Týskland var omaná allan vegin og vann HM-finaluna við sjey málum. 37-30 sigurin tryggjaði, at Týskland vann U21-heiti á triðja sinni. 

[object Object]
Týskt gullregn í Berlin sunnukvøldið (Mynd: IHF)

[object Object]
Hendan stóra høllin, heimavøllurin hjá Hákuni West av Teigum og Füsche Berlin, var fullsett til finaluna (Mynd: Sverri Egholm) 

[object Object]
Soleiðis endaðu tey ovastu 18 liðini. Av teimum, sum endaðu niðanfyri, var Slovenia einasta evropeiska landið 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder