Tað verður neyðugt við umdysti um føroyameistaraheitið í talvi fyri einstaklingar 2020.
Tað gjørdist greitt, tá finalutalvið í síðsta umfari í gjár millum oddafiskarnar Høgna Egilstoft Nielsen og Luitjen Akselsson Apol endaði javnt.
Umdysturin byrjar klokkan 14.00 í dag í Løkshøll í Runavík. Fyrst er kviktelving á skránni. Fæst eingin avgerð eftir tað, verður snartelvað. Stendur tá framvegis á jøvnum, skal finalan avgerast í sonevndum Armageddon-talvi. Tá hevur annar parturin hvíta fólkið, og hin meira tíð.
Høgni Egilstoft Nielsen úr Sandavágs Talvfelag er framvegis stórfavorittur at vinna. Hann tók eingi óráð fyri við svarta fólkinum í gjár, og sættaðist við remis lutfalsliga tíðliga. 14 ára gamli Luitjen Apol er kringur í snartalvi, sama er at siga um Høgna, sum í fjør vann fyrsta almenna FM-heiti í kviktelving í finaludysti móti Helga Dam Ziska.
Tað er ikki hent fyrr, at so ungur telvari sum Luitjen hevur verið so nær at vinna almenna FM-heitið í einstaklingstelving.
Vert er eisini at gáa eftir góða úrslitinum hjá unga Heðini Gregersen úr Klaksvíkar Talvfelag. Eisini vekir vánaliga úrslitið hjá Hans Kristiani Simonsen ans, men sum skilst telvaði hann ikki seinastu trý talvini vegna forfall, og tapti tí uttan dyst. Tað skeiklar sum vera man alt.
Annars kundi Landsliðsbólkurin verið heilt øðrvísi mannaður, høvdu fleiri av okkara fremstu telvarum verið við.
Endaliga støðan í Landsliðsbólkinum
Høgni Egilstoft Nielsen, ST 6 stig
Luitjen Akselsson Apol, HT 6
Heðin Gregersen, KTF 4½
Rani Nolsøe, KTF 3½
Heiðrikur Jacobsen, HT 3
Andrias Danielsen, TT 3
Hans Kristian Simonsen, KT 1½
Margar Berg, HT 1½
FM-vinnarar 2010-2019
2010 Olaf Berg, ST
2011 Helgi Dam Ziska, HT
2012 Rógvi Egilstoft Nielsen, ST
2013 Olaf Berg, HT
2014 Høgni Egilstoft Nielsen, ST
2015 Rógvi Egilstoft Nielsen, ST
2016 Rógvi Egilstoft Nielsen, ST
2017 Helgi Dam Ziska, HT
2018 Helgi Dam Ziska, HT
2019 Helgi Dam Ziska, HT
Hinir bólkarnir
Vinnari í almenna bólkinum var Flóvin M. Tummasarson úr Klaksvíkar Talvfelag. Hann fekk 6½ stig. Nummar tvey var Einar Gregersen, eisini úr Klaksvíkar Talvfelag. Hann fekk 6 stig. Og nummar trý var Rógvi Mørkøre úr Kollafjarðar Talvfelag við 5 stigum. Ellivu telvaðu í almenna bólkinum.
Unglingaføroyameistari gjørdist Elias Petersen úr Havnar Telvingarfelag. Hann fekk 5½ stig av seks møguligum. Bara sjey unglingar kappaðust.
Í gjár var eisini ein serstøk veterankapping. Hana vann Torkil Nielsen úr Sandavágs Talvfelag við fullum stigatali.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald