Annað

Umsóknarfreistin til Fótbóltsakademi Føroya er 1. juni

Næmingar, sum koma á Fótbóltsakademi Føroya, kunnu fara í 10. flokk í Vágs Skúla ella ganga á miðnámsskúla á Miðnámsskúlanum í Suðuroy.

2019-03-24 18:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sum kunnugt ber til hjá ungdómum úr øllum landinum at søkja á Fótbóltsakademi Føroya og byrja á Fótbóltsakademi’num í august í ár. Freistin at søkja er 1. juni. Hesum boðar Fótbóltsakademi Føroya frá í tíðindaskrivi.

Í samstarvi við vertsfamiljur í Vági bjóðar Fótbóltsakademiið eisini bústað undir tryggum korum hjá vertsfamilju í Vági.

Næmingar, ið koma á Fótbóltsakademi Føroya, kunnu fara í antin 10. flokk í Vágs Skúla ella ganga á miðnámsskúla á Miðnámsskúlanum í Suðuroy.

Umsóknarfreistin til Fótbóltsakademi Føroya er 1. juni 2019 ella so leingi pláss eru tøk.

Nærri kunning fæst her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder